Tíðindi

ÁR
Broyting í vøru veitanini
12.11.2024

Broyting í vøru veitanini

Vegna broyting í ferðaætlanini hjá Norrønu í vetur og inntil endan av mai 2025 fáa apotekini ikki longur vøru sum vant mánadagar, men týsdagar í staðin. Í hesum tíðarskeiðnum kann vera at vøran ikki verður tøk ella á hillunum fyrr enn mikudagar. Broytingin er galdandi fyri øll apotekini.
Skalt tú ørindi á apotekinum?
08.02.2024

Skalt tú ørindi á apotekinum?

Tak appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play. So fært tú boð, tá ið tín túrur nærkast.
Afturkalling: Dicillin 500mg frá Sandoz
06.02.2023

Afturkalling: Dicillin 500mg frá Sandoz

Sjúklingar, sum eru í viðgerð við Dicillin Sandoz 500mg kapslum fyri bruna, skulu fara aftur á apotekið við heilivágnum og fáa annað slag av heilivági fyri. Tað er umráðandi at viðgerðin ikki steðgar. Apotekini hava fingið boð um at útvega sjúklingunum annan heilivág fyri bruna.
Soleiðis letur tú heilivág inn til Apotekið at burturbeina
14.11.2022

Soleiðis letur tú heilivág inn til Apotekið at burturbeina

Heilivágur er ikki vanligt burturkast – tað kann vera vandamikið, enntá lívshættisligt, í skeivum hondum, og so kann tað dálka umhvørvið, um tað verður tveitt í ruskspannina ella skolað niður í kummuni.
Koppseting á apotekunum kring landið
31.10.2022

Koppseting á apotekunum kring landið

Koppsett verður móti koronu á apotekunum kring landið. Tú kanst bóka tíð á www.korona.fo.
Heilivágur til seyð um heystið
29.09.2022

Heilivágur til seyð um heystið

Nú er flettingartíð og farið verður á fjall kring landið. Apoteksverkið hevur í samráð við djóralækna gjørt eitt yvirlit yvir tann heilivág, sum mælt verður til at geva seyðum ávísar tíðir á árinum.
Sólbjørg vil veita góða tænastu og vegleiðing til kundar
27.06.2022

Sólbjørg vil veita góða tænastu og vegleiðing til kundar

Sólbjørg arbeiðir á Eysturoyar Apoteki og hevur stóran áhuga í at veita fullgóða tænastu og vegleiðing til kundar.
Elisabet arbeitt í Apoteksverkinum seinastu 11 árini
10.05.2022

Elisabet arbeitt í Apoteksverkinum seinastu 11 árini

Elisabet er farmakonomur og arbeiðir á fjardeildini hjá Apoteksverkinum og hevur ábyrgd av nógvum fjølbroytum uppgávum.
Apotekið í Steinatúni
09.05.2022

Apotekið í Steinatúni

Apotekið í Steinatúni er stongt hósdagin 12. mai vegna KT-umlegging
Apotekini verða stongd alt dýrabiðidagsvikuskiftið
06.05.2022

Apotekini verða stongd alt dýrabiðidagsvikuskiftið

Apoteksverkið fer nú undir eina stóra KT-umlegging. Meðan umleggingingin fer fram, verður bert bráðneyðugur heilivágur útflýggjaður, og bert í samráð við vakthavandi lækna. Tí mælir Apoteksverkið til, at fólk tryggja sær at fáa tann heilivág, tey hava tørv á, í góðari tíð.
Nú er tíð at koppseta ær, sum skulu lemba
31.03.2022

Nú er tíð at koppseta ær, sum skulu lemba

Apríl mánaður er tíðin, har ær sum lemba, verða koppsettar. Á heimasíðuni hevur Apoteksverkið eitt vegleiðandi yvirlit, har tað sæst, hvørjar vaksinur og hvør heilivágur verður givin, bæði á vári og á heysti.
Apoteksverkið er partur av Vanganum
17.03.2022

Apoteksverkið er partur av Vanganum

Fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág
Radioaktiv geisling og jodtablettir
04.03.2022

Radioaktiv geisling og jodtablettir

Sambært Sundhedsstyrelsen skulu fólk ikki sjálvi fara undir viðgerð við jodtablettum, tí hetta skal bert nýtast eftir viðmæli frá myndugleikunum. Í Føroyum er tað landslæknin, ið kemur við tilmælum.
Føstulávint og sminka
24.02.2022

Føstulávint og sminka

Nógvum dámar væl at verða sminkaði soleiðis, at tey kanska eru heilt ókennilig. Alt hetta er sera stuttligt og spennandi, men tað er eisini sera týdningarmikið, at tú hesar dagarnar hugsar teg væl um, hvussu tú fert fram, tá tú sminkar børnunum.
Rósing viðlíkaheldur øll teknisk tól hjá Apoteksverkinum
27.01.2022

Rósing viðlíkaheldur øll teknisk tól hjá Apoteksverkinum

Tað eru 15 ár síðan Rósing byrjaði sum húsavørður á Apoteksverkinum. Í dag er hann leiðari á teknisku deild – einum toymi á 5 mans. Uppgávurnar eru ymiskar, alt frá at blanda heilivág í alifóður til at viðlíkahalda ventilatiónir, oljufýringar, hitaskipanir, ketlar og framkomnu tólini, ið verða brukt...
Heilivágur kann pakkast í skamtposar
13.01.2022

Heilivágur kann pakkast í skamtposar

Ynskir tú at fáa skamtaðan heilivág, skalt tú seta teg í samband við lækna og biðja um at koma í skipanina.
Turrar barnahendur
06.01.2022

Turrar barnahendur

Handreinføri er framvegis ein týðandi partur av gerandisdegnum - bæði heima, í skúlum og á dagstovnum. Tá hendurnar verða vaskaðar ofta, kann vandin fyri turrum hondum, umframt eksemi, økjast. Apoteksverkið hevur í samstarvi við Gigna gjørt eitt kunningarskriv um turrar barnahendur.
Bróstsviða á jólum?
23.12.2021

Bróstsviða á jólum?

Stórar máltíðir og ávísur matur kann geva magasýrutrupulleikar á jólum
Snarkanning
09.12.2021

Snarkanning

Vit hava fingið Korona snartest frá Abbott PanBio á goymslu
Bílegg diabetes útgerð á apotek.fo.
25.11.2021

Bílegg diabetes útgerð á apotek.fo.

Møguleiki er at bíleggja diabetes útgerð á netinum. Talan er bæði um útgerð til diabetikarar og útgerð til tey, ið hava tørv á at halda eyga við blóðsukrinum.
Altjóða Antibiotikadagur 2021
18.11.2021

Altjóða Antibiotikadagur 2021

Lat okkum verða við til at minka um antibiotika resitentar bakteriur. Antibiotika tablettir skulu ikki burturbeinast í eina ruskspann ella skolast niður í vesi. Um tú hevur restir av tablettum, tá ið antibiotika kururin er liðgur, lat so restina av tablettunum inn á apotekið
Bløðrubruni
11.11.2021

Bløðrubruni

Kvinnur í skiftisárunum eru í størri vanda fyri at fáa bløðrubruna vegna trot á tað kvinnuliga kynshormonið. Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá ið hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í einki, kunnu slímhinnurnar gerast turrar og viðkvæmar.
Útkoyring av heilivági
25.10.2021

Útkoyring av heilivági

Borgarar í Tórshavn og Klakvík kunnu fáa heilivág koyrdan til dyrnar. Talan er um eina tænastu, sum Norðoya Apotek og Tjaldurs Apotek bjóða
Bróstkrabbi
07.10.2021

Bróstkrabbi

Í oktobur mánaða varpa vit her á apotekinum ljós á bróskrabba. Bróstkrabbi er tað slagi av krabba, sum rakar flest kvinnur. Tíggjunda hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.
Leiðbeining til at garva skinn
22.09.2021

Leiðbeining til at garva skinn

Kundi tú tær hugsa tær at garva skinn, nú flettingin er fyri framman?
Havhestaveiða og kloramin pulvur
23.08.2021

Havhestaveiða og kloramin pulvur

Umráðandi er at hugsa um reinføri, tá farið verður eftir havhesti. Mælt verður til at nýta kloramin til at sóttreinsa hendur og útgerð við. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at ein verður smittaður við sjúku, sum havhestar og havhestaungar kunnu bera.
Nýggir farmakonomar
02.07.2021

Nýggir farmakonomar

Hósdagin 01.07.2021 var hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki. Barbara Thomsen, Ása E. Nielsen og Elsa Anna K. Mohr fingu handað prógv í sambandi við, at tær eru lidnar sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs Apot...
Sólkrem
24.06.2021

Sólkrem

Minnist til at nýta sólkrem. Á apotekinum selja vit ymsar tilbúningar av sólkremi og ráðgeva fegin hvat rætti tilbúningur er til tína húð.
Altjóða roykfríur dagur 31. mai
31.05.2021

Altjóða roykfríur dagur 31. mai

Mánadagur 31. mai er altjóða roykfríur dagur. Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Og 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av.
Nú er hoyfepurtíðin
28.05.2021

Nú er hoyfepurtíðin

Njósan, næsaflot og skriðjan í nøs og eygum. Nógv uppliva ovurviðkvæmi um hesa ársins tíð, nú nógv flog- og blómusáð er í luftini.
Heilivág við á ferðini
20.05.2021

Heilivág við á ferðini

Um tú dagliga tekur heilivág og fert at ferðast, er neyðugt at hava heilivágin við á ferðini. Tó eru nøkur viðurskifti at hava í huga
Seinárin eftir krabbamein
06.05.2021

Seinárin eftir krabbamein

Tjaldurs Apotek hevur eina spurnaðarblaðskanning um seinárin eftir krabbamein. Kanningin verður gjørd í samstarvi við granskarar frá Kræftens Bekæmpelse og Københavns Universitet.
Broyting frá POSTA
24.04.2021

Broyting frá POSTA

Postpakkar frá apotekunum verða nú bornir út dagin eftir at bíleggingin kemur, um apotekið fær forskriftina/bíleggingina áðrenn freistin er farin. Tað merkir so eisini at forskrift/bílegging, sum kemur á apotekið aftaná freistina, hevur eina flutningstíð á 2 dagar.
HUSK tilbúningar afturkallaðir
16.04.2021

HUSK tilbúningar afturkallaðir

Allir Husk tilbúningar, eisini Husk við kálki, verða afturkallaðir
Smábørn og húðrøkt
09.04.2021

Smábørn og húðrøkt

Børn hava viðkvæmari húð enn vaksin. Hetta er vert at hugsa um, tá tú skalt keypa sápu og krem til barnið. Um barnið hevur turt hold, verður viðmælt at smyrja við kremi hvønn dag
Ferðsluvandamikil heilivágur
29.03.2021

Ferðsluvandamikil heilivágur

Visti tú, at ávís sløg av heilivági kunnu vera eins vandamikil í ferðsluni sum rúsdrekka? Tí er sera umráðandi, at tú ert varin um tú tekur ferðsluvandamiklan heilivág
Varandi giktapína
15.03.2021

Varandi giktapína

Í mars mánaða varpa vit á apotekinum ljós á pínu í samband við slitgikt og liðagikt
Nú er skjótt tíð at koppseta ær, sum skulu lemba
08.03.2021

Nú er skjótt tíð at koppseta ær, sum skulu lemba

Apríl mánaður er tíðin, har ær sum lemba, verða koppsettar. Á heimasíðuni hevur Apoteksverkið eitt vegleiðandi yvirlit, har tað sæst, hvørjar vaksinur og hvør heilivágur verður givin, bæði á vári og á heysti.
Farmakonomnæmingar til Tjaldurs og Eysturoyar Apotek
26.02.2021

Farmakonomnæmingar til Tjaldurs og Eysturoyar Apotek

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?
Heilivágur fyri astma
19.02.2021

Heilivágur fyri astma

Tað eru tvey sløg av heilivági fyri astma. Eitt slag virkar fyribyrgjandi og eitt slag virkar við herðindi. Tilbúningurin, ið verður nýttur fyribyrgjandi, er ofta brúnur ella reyðgullitur. Tilbúningurin, ið verður nýttur til herðindi, er oftast bláður. Um tú tekur fyribyrgjandi heilivág fyri astma,...
Altjóða krabbameinsdagur 4. februar
04.02.2021

Altjóða krabbameinsdagur 4. februar

Í dag 4. februar er Altjóða Krabbameinsdagur. Á apotekinum hava vit gjørt ein lista yvir vørur, sum eru góðar at eiga, um tú hevur verið ella ert í viðgerð fyri krabbamein.
Altjóða lúsadagur 31.01.21
01.02.2021

Altjóða lúsadagur 31.01.21

Altjóða lúsadagur er 31.01.21. Kanna alt húskið fyri lýs. Øll, ið hava lýs, skulu viðgerast. Keyp lúsaevni á apotekinum og les kunningarlepan gjølla.
Apoteksverkið nýtt felags telefonnummar
29.01.2021

Apoteksverkið nýtt felags telefonnummar

Frá 1. februar 2021 fær Apoteksverkið nýtt felags telefonnummar. Nummarið verður 404040 og telefonin verður svarað ímillum kl. 9.00 og 16.00. Uttanfyri hesar tíðir kemur telefonsvarari til, har kunnað verður um upp- og afturlatingartíðir á apotekunum, og hvussu samband fæst við starvsfólk í Apotek...
Barnakonur og vitamin ískoyti
25.01.2021

Barnakonur og vitamin ískoyti

Sundhedsstyrelsen viðmælir barnakonum at taka ískoyti av folinsýru, jarni og D-vitaminum. Hetta verður viðmælt fyri at fyribyrgja m.a. fylgisjúkum hjá nýføddum og jarntroti hjá mammuni
Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág
11.01.2021

Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág

01. januar 2021 hevur Heilsumálaráðið ásett nýggja kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
At leggja av at roykja
04.01.2021

At leggja av at roykja

Tað ber til at leggja av at roykja uttan heilivág ella aðra hjálp. Men kanningar vísa, at útlitini fyri, at roykisteðgurin varir við, eru væl størri, um tú tekur av onkrum tilboði um leiðbeining og stuðli til roykisteðgin, møguliga saman við nikotinheilivági.
Visti tú, at diabetes útgerð kann bíleggjast á apotek.fo?
07.12.2020

Visti tú, at diabetes útgerð kann bíleggjast á apotek.fo?

Møguleiki er fyri at bíleggja tína diabetes útgerð á apotek.fo/diabetes. Hetta ger tað lættari og skjótari fyri teg at fáa tína útgerð.
CTD (Carnitin Transporter Defekt)
23.11.2020

CTD (Carnitin Transporter Defekt)

CTD er ein sjúka við niðursettum evnum at framleiða orku av feittforbrenning, eisini kallað beta-oxidatión av fitisýrum, sum er tann týdningarmesta keldan til orku hjá kroppinum.
Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur
19.11.2020

Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur

Í samband við tann europeiska antibiotikadagin hevur WHO valt at varpa ljós á antibiotikamótstøðuføri og á týdningin at nýta antibiotika á rættan hátt
Barnaormur
05.11.2020

Barnaormur

Kennir tú til barnaorm? Barnaormur kemur fyri hjá fólki í øllum aldri, tó er hann vanligast hjá børnum og ungum. Serliga smitta børn lættliga hvørt annað á dagstovnum.
Koppsetan móti influensa
01.11.2020

Koppsetan móti influensa

Vegna stóra eftirspurningin av influensa koppsetingum, verður koppsetingin bert bjóðað teimum, ið eru í vandabólki, í fyrsta umfari.
Hjáárin
14.09.2020

Hjáárin

Allur heilivágur hevur hjáárin, men fyri størsta partin av heilivági er talan um mild stuttíðar hjáárin, sum bara síggjast hjá einum lítlum parti av brúkarum
Bíligari heilivágur við sama virknaði
31.08.2020

Bíligari heilivágur við sama virknaði

Hevur tú verið úti fyri, at heilivágurin, sum tú heintar á apotekinum, hevur annað navn ella sær øðrvísi út, enn tann tú fekk seinast?
Koppseting fyri pneumokokk bakteriuna
17.08.2020

Koppseting fyri pneumokokk bakteriuna

Nú er ókeypis hjá eldri og øðrum í ávísum vandabólkum at verða koppsett fyri pneumokokk bakteriuna, sum kann elva til hættisligan lungnabruna.
Handapotekið við á ferðini
13.07.2020

Handapotekið við á ferðini

Tað lættir um, at hava handapotekið við tær, tá tú fert at ferðast. Apotekið selur handapotekstaskur í tveimum støddum.
Nýggjur farmakonomur á Tjaldurs Apoteki
29.06.2020

Nýggjur farmakonomur á Tjaldurs Apoteki

Hósdagin 25.06.2020 var hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki. Vilhelmina Olsen fekk handað prógv í sambandi við, at hon er liðug sum farmakonomur. Útbúgvingin er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku og góða...
Flótandi paracetamol
15.06.2020

Flótandi paracetamol

Nú krevst ikki longur resept til flótandi paracetamol. Paracetamol er at fáa sum Panodil, Pinex og Pamol
Munnbind
08.06.2020

Munnbind

Heimsheilsustovnurin WHO viðmælir nú til at nýta munnbind. Viðmælt verður at nýta munnbind har nógv fólk eru tætt saman, og har trupult er at verja seg frá korona smittu
Sólbruni
25.05.2020

Sólbruni

Vilt tú fyribyrgja at blíva sólbrend/ur, mást tú nýta sólkrem.
Nú kunnu barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta til 1. januar 2021
29.04.2020

Nú kunnu barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta til 1. januar 2021

Heilsumálaráðið hevur longt gildistíðina um ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur.
Spritt til flatar 75%
21.04.2020

Spritt til flatar 75%

Apoteksverkið framleiðir nú denaturerað spritt til sóttreinsan av flatum og útgerð
Hoyfepur
01.04.2020

Hoyfepur

Ofta uppliva vit, at viðskiftafólk okkara koma á apotekið, tá sjúkueyðkennini fyri hoyfepur eru byrjað. Um møguligt, so verður viðmælt at byrja viðgerðina, áðrenn sjúkueyðkennini vísa seg.
Ovurnýtsla av sápu og spritti kann elva til turra húð
01.04.2020

Ovurnýtsla av sápu og spritti kann elva til turra húð

Hugsa um, at ovurnýtsla av sápu og spritti kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. À apotekinum eru ymisk sløg av kremi at nýta til turru húðina.
Sóttreinsan – hvat slag skal eg velja?
20.03.2020

Sóttreinsan – hvat slag skal eg velja?

Munur er á teimum ymisku evnunum, ið kunnu verða nýtt til sóttreinsan. Vel rætta sóttreinsanarevnið til rætta høvið.
Fepur og pína í samband við virusígerð í andaleiðini – hvønn handkeypsheilivág skal eg velja?
18.03.2020

Fepur og pína í samband við virusígerð í andaleiðini – hvønn handkeypsheilivág skal eg velja?

Persónar, ið hava mild eyðkenni, kunnu eftir tørvi sjálvi linna eyðkennini við ymiskum handkeypsheilivági, og nýtast tí ikki at seta seg í samband við lækna. Handkeypsheilivágur kann linna eyðkennini, men ger ikki, at tíðarskeiðið við sjúku gert styttri.
Tíðindabræv frá KEMILUX og Apoteksverkinum
17.03.2020

Tíðindabræv frá KEMILUX og Apoteksverkinum

Áheitan til allar føroyingar um at nýta vanligt skynsemi, tá hugsað verður um reinføri. Brúka ikki hondspritt í staðin fyri hondsápu og at vaska hendur.
Serlig átøk á Apotekunum í samband við korona COVID-19
16.03.2020

Serlig átøk á Apotekunum í samband við korona COVID-19

Fyri at verja okkara starvsfólk og viðskiftafólk ímóti smittuvanda hava vit sett nøkur átøk í verk á Apotekunum kring landið.
Kom við á roykisteðgskeið
10.03.2020

Kom við á roykisteðgskeið

Nú hevur tú møguleikan. Melda teg til okkara roykisteðgskeið. Tú kemur at verða ein partur av einum toymi, har vit fara at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum at leggja av at roykja.
Hevur tú tikið blóðroynd ið vísir carnitin mongdina í blóðinum?
09.03.2020

Hevur tú tikið blóðroynd ið vísir carnitin mongdina í blóðinum?

Bløðrubruni verður ofta viðgjørt við eitt nú pivmecillinam (selexid). Selexid kann tó bert nýtast, um ein blóðroynd finst, ið vísir, at carnitin nøgdin í blóðinum er yvir 10 µmol/L.
Corona virus
02.03.2020

Corona virus

Fleiri og fleiri tilburðir av coronavirus COVID-19 eru staðfestir í okkara grannalondum. Verj teg sjálvan og onnur við at fylgja viðmæltu vegleiðingunum.
Skrubb
11.02.2020

Skrubb

"Eg fái FNAT" er ikki longur nakað, ið bara verður sagt, tá ið ikki gongst eftir ætlan. Fleiri og fleiri fáa húðsjúkuna fnat ella skrubb, serliga børn og ung.
Nú kunnu barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta til 30. apríl 2020
04.02.2020

Nú kunnu barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta til 30. apríl 2020

Heilsumálaráðið hevur longt gildistíðina um ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur.
Vika sex 2020
03.02.2020

Vika sex 2020

Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanar hjá teimum ungu. Í døgunum 3. til 7. februar ferðast tiltakið Vika sex 2020 til fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum.
Lúsadagur 2020
31.01.2020

Lúsadagur 2020

31. januar er lúsadagur, og vit viðmæla øllum at kemba børnum teirra hendan dagin. Um vit øll kanna fyri lýs sama dag, so minkast vandin fyri smittu munandi.
Gjald fyri plastposar
09.12.2019

Gjald fyri plastposar

Frá 1. januar 2020 fara øll apotekini at taka pening fyri plastposar.
Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur
18.11.2019

Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur

Í samband við tann europeiska antibiotikadagin hevur danska antibiotikaráðið valt at varpa ljós á bløðrubruna hjá kvinnum. Nógvar kvinnur verða raktar av bløðrubruna – serliga kvinnur yngri enn 30 ár og eldri enn 60 ár. Við at fylgja 3 góðum ráðum, kanst tú í stóran mun fyribyrgja bløðrubruna.
Diabetesdagur 14. novembur
14.11.2019

Diabetesdagur 14. novembur

Hvat er diabetes og hvussu verður diabetes viðgjørt? Hvussu kann eg fyribyrgja diabetes? 14. novembur er Diabetesdagur, og í tí sambandi varpar apotekið ljós á sjúkuna diabetes.
Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur
28.10.2019

Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur

Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at tað frá 26. oktobur 2019 er ókeypis fyri barnakonur at koppsetast fyri kikhosta. Tilboðið er galdandi til 1. februar 2020.
Leiðbeining til at garva skinn
18.10.2019

Leiðbeining til at garva skinn

Á síðuni hjá Apoteksverkinum finnur tú ymiskar leiðbeiningar til, hvussu ein garvar skinn. Umráðandi er at minnast til, at skinnið skal saltast beinanvegin, eftir at seyðurin er flettur.
Kikhostakoppseting til børn
17.10.2019

Kikhostakoppseting til børn

Í Føroyum verður mælt til, at øll børn verða koppsett fyri ávísar sjúkur. Tær tilmæltu koppsetingarnar eru ókeypis og verða gjørdar hjá kommunulæknunum. Ein av sjúkunum, sum koppsett verður fyri í barnakoppsetingarskránni, er kikhosti.
Vaksandi tilburðir av skrubbi
11.10.2019

Vaksandi tilburðir av skrubbi

Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun varð tosað um tað vaksandi talið av skrubbtilburðum í Føroyum. Eisini bendir nógv á, at skrubbmottan er blivin meira mótstøðuførð fyri vanligu viðgerðini, enn áður.
Koppingarevni fyri garnasótt
20.09.2019

Koppingarevni fyri garnasótt

Apoteksverkið fer aftur í ár at avgreiða koppingarevni fyri garnasótt. Tað er alneyðugt, at allur seyðurin verður koppsettur, soleiðis sum landsdjóralæknin mælir til.
Fótadagur 2019
18.09.2019

Fótadagur 2019

19. september er fótanna dagur. Í hesum sambandi hevur felagið Danske Fodterapeuter framleitt ein faldara við 10 góðum ráðum um fótarøkt.
Nýggir farmakonomar
30.08.2019

Nýggir farmakonomar

Hósdagin 29.08.2019 var hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki. Ragnfríð G. Hansen, Jóhan B. Johansen og Anja S. Danielsen fingu handað prógv í sambandi við, at tey eru liðug sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs...
Havhestaveiða og kloramin pulvur
27.08.2019

Havhestaveiða og kloramin pulvur

Umráðandi er at hugsa um reinføri, tá farið verður eftir havhesti. Mælt verður til at nýta kloramin til at sóttreinsa hendur og útgerð við. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at ein verður smittaður við sjúku, sum havhestar og havhestaungar kunnu bera.
HPV koppseting til dreingir
15.08.2019

HPV koppseting til dreingir

19. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum. Framyvir kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár verða koppsettir ókeypis fyri humant papillomavirus (HPV).
Góð ráð til ferðina
12.07.2019

Góð ráð til ferðina

Hevur tú minst til handapotekið til ferðina? Tað er altíð eitt gott hugskot at hava sítt egna lítla handapotek við heimanífrá.
Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág
05.07.2019

Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág

1. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Góð ráð um sól og heilivág
02.07.2019

Góð ráð um sól og heilivág

Visti tú, at ávísur heilivágur kann gera, at húðin hjá tær gerst serliga viðkvom fyri sólarljósi? Í slíkum førum eru ráðini um skugga, sólhat og sólkrem serliga týdningarmikil at fylgja.
Nýggja skipanin í Danmark er ikki galdandi í Føroyum
02.07.2019

Nýggja skipanin í Danmark er ikki galdandi í Føroyum

Í Danmark er nýggj skipan sett í verk 1. juli 2019, har ávísir útlærdir farmaseutar kunnu endurnýggja einstøk sløg av forskriftaheilivág á apotekinum. Nýggja skipanin í Danmark er tó ikki galdandi í Føroyum.
Maður og magasýrutrupulleikar?
17.06.2019

Maður og magasýrutrupulleikar?

Í samband við Mens Health Week 2019 hevur apotekið varpað ljós á menn og magasýrutrupulleikar.
Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu
07.06.2019

Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu

Apoteksverkið hevur í dag koyrt av bakkastokki nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni finnur tú kunning um apotekini kring landið, tænastur sum Apoteksverkið bjóðar umframt hópin av tilfari viðkomandi fyri heilsutænastur, sum Apoteksverkið bjóðar.
Euromelonoma - Europeiskur móðurmerkjadagur 16. mai
15.05.2019

Euromelonoma - Europeiskur móðurmerkjadagur 16. mai

Euromelanoma er eitt afturvendandi átak, ið er ment og sett á stovn av húðlæknum úr øllum Europa. Endamálið er at styrkja, menna og samskifta um fyribyrging, sjúkueyðkenni og viðgerð av húðkrabba.
Heilsudagar á Apotekinum í Steinatúni
02.04.2019

Heilsudagar á Apotekinum í Steinatúni

Heilsukanning og hoyriroynd um somu leið í Steinatúni. Hósdagin og fríggjadagin 4. og 5. apríl er eitt gott hugskot at leggja leiðina framvið Steinatún, tá Apotekið í Steinatúni og Hoyrnin skipa fyri heilsudøgum.
Hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki
21.03.2019

Hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki

Í dag hevur Elin Hofgaard Joensen, defektrisa, fingið handað tænastumedalju í silvuri frá drotningini fyri 50 ára drúgva starvstænastu á apotekinum.
Fá heilivágin koyrdan til hurðina
18.02.2019

Fá heilivágin koyrdan til hurðina

Talan er um nýggja tænastu frá Tjaldurs Apoteki til borgarar í Tórshavn.
Heilivágsyvirlit
15.02.2019

Heilivágsyvirlit

Reseptir verða ikki longur útskrivaðar á pappír. Men tú kanst altíð biðja um at fáa eitt heilivágsyvirlit yvir heilivágin, ið tú eigur tøkan í skipanini.
Kunning til viðskiftafólk okkara
09.02.2019

Kunning til viðskiftafólk okkara

Vegna sjúklingatrygd setur apotekið nú skamtanaretikettina á innara pakningin, galdandi frá 09.02.19.
Vika Sex 2019
04.02.2019

Vika Sex 2019

Tá ung eru tilvitað um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betur at siga frá og skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird. Í døgunum 4. til 8. februar ferðast tiltakið Vika sex 2019 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.
Í hernað ímóti lýsnum
31.01.2019

Í hernað ímóti lýsnum

31. januar er lúsadagur, og við viðmæla øllum at kemba børnum teirra heindan dagin. Um vit øll kanna fyri lýs sama dag, so minkast vandin fyri smittu munandi.
Diabetes í Føroyum
18.01.2019

Diabetes í Føroyum

Føroyskir menn eru í serliga stórum vanda fyri at fáa diabetes typu 2. Hetta vísur ein kanning sum varð gjørd í Føroyum frá 2012-2014.
Ókeypis koppseting fyri meslingar
27.11.2018

Ókeypis koppseting fyri meslingar

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur avgjørt, at tað nú skal verða ókeypis fyri vaksin at koppsetast fyri meslingar, um tey ikki longu eru mótstøðufør ella koppsett.
Fokus á antibiotikamótstøðuføri í viku 46
15.11.2018

Fokus á antibiotikamótstøðuføri í viku 46

Fokus á antibiotikamótstøðuføri í viku 46. Ver við í stríðnum móti antibiotikamótstøðuføri.
Upplatingartíðir