27. januar 2022

Rósing viðlíkaheldur øll teknisk tól hjá Apoteksverkinum

Tað eru 15 ár síðan Rósing byrjaði sum húsavørður á Apoteksverkinum. Í dag er hann leiðari á teknisku deild – einum toymi á 5 mans. Uppgávurnar eru ymiskar, alt frá at blanda heilivág í alifóður til at viðlíkahalda ventilatiónir, oljufýringar, hitaskipanir, ketlar og framkomnu tólini, ið verða brukt á Apoteksverkinum.

Rósing inni í heilivágsgoymsluni á Tjaldurs Apoteki – Tjalvi goysmlurobotturin aftanfyri.

Uppgávan er broytt nógv, síðan hann byrjaði. Framleiðslan er vaksin nógv, tryggleikakrøv eru strangari, maskinurnar eru meira framkomnar – alt er meira nýmótans á Apoteksverkinum, sum hann tekur til. 

Eitt av forvitnisligu tólunum er robotturin í kjallaranum á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn. Hann eitur Tjalvi. Hann heldur skil á stóru heilvágsgoymsluni, ið telur eini 22.000 vørur, og er í gongd alt samdøgrið. Tá eitt starvsfólk á apotekinum skal hava fatur á einum ávísum slagi av heilivági, so verður tað plottað inn á telduna, og løtu seinni liggur tað í eini skuffu beint við síðunar av. 

Hetta sparir starvsfólki frá at ganga runt og leita ella klintra upp í stigar fyri at heinta heilivág innast á ovastu hyll. Hetta skapar eisini tryggleika við at minimera feilir – tí framkomna tøknin kennir øll sløg av heilivági (og sjálvandi er eitt menniskja, ið dupultchekkar, at tað er rætt). 

Tjalvi eitur robotturin á stóru heilivágsgoymsluni á Tjaldurs Apoteki

Mekanikkurin í Tjalva er hárfínur. Rósing og hansara toymi viðlíkahalda og eftirkanna sensorar og mekanikk javnan – og er tørvur á tekniskari serfrøði verður veitarin róptur inn á vøllin.

Afturat hesum kunnu vit nevna maskinaríið á framleiðsluapotekinum – rávatns- og reinvatns-dampgeneratorar (til at gera sterilt, salt- og sukurvatn), autoklava, tablett-framleiðslumaskinur (til at gera c-vitaminir, karnitin, codimagnyl, koffinautin v.m.), skamtmaskina til at pakka ávísar nøgdir av heilivág í posar.

Ein øðrvísi uppgáva, ið eisini fyllir nógv hjá Rósing og hansara toymi, er at blanda heilivág í fóður til alivinnuna. Stórir sekkir við einum tonsi av fóðri koma inn á framleiðsluna. Hesir verða tømdir í eina risastóra silo, har heilivágur verður blandaður í – og síðan koyrdur aftur í fóðursekkirnar. Tá mest stendur á kunnu teir blanda 48 tons av fóðri um dagin, ið er áleið tveir stórir trailarar av fóðri.

Uppgávurnar eru sostatt ógvuliga ymiskar og eingin arbeiðsdagur er líka. 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir