Alt burturkast, ið hevur heilivágsleivdir í, skal latast inn á apotekunum. Tað vil eitt nú siga forskriftaheilivágur, hondkeypsheilivágur, djóraheilivágur, brúktar nálir og sproytur og insulin-pennar, um heilivágur enn er í. Bøndur og tey, ið fáast við kríatúr, eiga tískil eisini at koma inn við heilivági, ið teir ikki hava nýtt, og við brúktum nálum, koyrdar í eina nálaspann.
Heilivágur skal burturbeinast á rættan hátt, og tí er neyðugt, at allur heilivágur verður latin inn á apotekunum. Heilivágur kann vera ógvuliga vandamikil í skeivum hondum – t.d. hjá børnum.
Bingjuplássini taka ikki ímóti heilivágsleivdum. Tað skal latast inn á apotekunum!
Er talan um eitt tómt heilivágsglas ella eina tóma heilivágserskju er ikki neyðugt at lata tað inn á apotekunum, tí her er so gott sum ongin heilivágsleivd í.
Neyðugt er at lata heilivág inn á apotekunum:
Heilivágurin skal ikki burturbeinast saman við vanligum burturkasti. Heilivágur er vandamikið burturkast bæði fyri heilsuna og umhvørvið. Tí skal tað hvørki skolast út í vaskið, niður í vesið ella koyrast í skrellispannuna.
Neyðugt er eisini at lata brúktar nálir inn á apotekunum. Brúktar nálir skulu í eina nálaspann, sum kann keypast á apotekunum. Týdningarmikið er at tryggja sær, at lokið er sett fast á nálaspannini, soleiðis at starvsfólk, bæði á apotekinum og brennistøðini, ikki eru í vanda at verða stungin og smittað.