Heinta heilivágin í pakkaboksini

Nú ber til at velja á Vanganum at heinta heilivág í pakkaboksum hjá Posta.

Eisini kann Posta nú leggja pakkar í pakkaboks til avheintingar, ið vit hava sent til eina adressu, um borgari ikki er heima, tá Posta kemur við pakkanum.  í hesum føri leggur Posta ein fráboðanarseðil til borgaran á sama hátt sum áður, men nú kann borgarin heinta pakkan í Pakkaboks ella á Posthúsi. Heintingarstaður stendur á fráboðanarseðlinum. Tað kann henda, at móttakari fær bæði SMS-boð og fráboðanarseðil.

Pakkar og fráboðaður pakki , ið skulu gjaldast: 

Um Posta hevur fartelefonnummar/teldupost , so fær borgari eina leinkju til gjalding við SMS-boðum og telduposti.

Tá goldið er, fær borgarin nýggj SMS-boð við kotu og kann heinta pakkan í nevndu pakkaboks t.d. "Pakki xxxxx er latin til tín at heinta í pakkaboks: XYZ. Tøppa inn hesar kotur, tá tú heintar pakkan."

Um Posta ikki hevur telefonnummar og teldupost hjá borgara,  so skal borgarin við fartelefon skanna QR-lykil (QR-lykilin er gjaldsleinkja) á skýggjanum við pakkaboksina og rinda upphæddina. Tá rindað er, kann fráboðanarseðilin skannast aftur, og nú verður pakkin útflýggjaður. Tað kann taka nakrar minuttir til gjaldið er farið ígjøgnum.

Kølipakkar verða ikki lagdir í pakkaboks.

Um trupulleikar eru við at heinta pakkar úr pakkaboks, ber til at skriva til posta@posta.fo ella ringja til Posta á tlf. 346000.

Meiri kunning um pakkaboksir sæst á heimasíðuni hjá Posta.

 

 

Upplatingartíðir