Lýs

Øll kunnu fáa lýs, líkamikið kyn ella aldur. Ein, ið hevur fingið lýs, skal í viðgerð fyri at beina tær burtur. Evni fyri lýs fáast á apotekinum.

Lúsin, sum vit vanliga kenna til, trívist bara í hárinum á fólki. Lúsin er grálig á liti, er umleið 2 - 3 mm til støddar. Nitrurnar (eggini) eru gul-hvítar og umleið 1 mm til støddar. Nitrurnar líkjast flusi og sita nær hárbotninum. Lúsin hvørki flýgur ella hoppar, og tí kann fólk bara smittast við beinleiðis sambandi við annað fólk, ið hevur lýs. Skúlabørn og børn á dagstovni hava tí størstan møguleika at fáa lýs.

 

Hvussu síggjast lýs?

Lúsin heldur serliga til í nakkanum og aftan fyri oyruni. Lúsin livir av at súgva blóð úr hárbotninum, og tað skriðar illa. Lúsin er rættiliga kvik, men harafturímóti sita nitrurnar fastar í hárinum og kunnu vanliga kembast burtur við tættkambi (fínkambi). Um tú hevur fingið lýs, er tað av stórum týðningi, at tú fært viðgerð.

Hvør er besta viðgerðin?

Hevur tú fingið lýs, eru hyggjuráðini at viðgera við lúsatýnandi evni ella við tættkambi – viðhvørt við báðum. Hárbalsam lættir kembingina. Tað tarnar lýsnum og ger tað lættari at fáa fatur á teimum við kambinum.

Verða lúsatýnandi evni nýtt, er mannagongdin ymisk við ymisku evnunum. Kunningarlepin greiðir frá røttu mannagongdini, og vegleiðingin skal lesast gjølla, áðrenn farið verður undir viðgerðina. Mælt verður í ávísum førum til at taka viðgerðina uppaftur eftir 8 døgum, hóast einki stendur um tað í brúkaravegleiðingini.

Lúsatýnandi evni verða býtt í tveir bólkar, ið eru ávikavist heilivágur og heiliráðútbúnaður (medicinsk udstyr), alt eftir hvussu evnið virkar. Í heiliváginum er vanligt skordýratýnandi eitur, ið ger seg inn á nervalagið hjá lýsnum. Rínur heilivágurin ikki við, kann tað vera, tí at lýsnar eru vorðnar mótstøðuførar. Koyr ikki balsam í hárið og vaska ikki við hársápu við balsami dagarnar beint fyri og eftir viðgerðina við heilivági. Tá sleppur tú undan møguligum óhepnum árini av balsaminum mótvegis heiliváginum.

Lúsatýnandi evni, nevnd heiliráðútbúnaður, eru eyðkend av, at tey fara fysiskt eftir lúsini. Heiliráðútbúnaður skal sum so ikki góðkennast av heilsumyndugleikunum, sum heilivágurin skal, men eitt krav er tó, at framleiðarin kann prógva, at útbúnaðurin “hevur tann tilskilaða eginleikan” og er vandaleysur. Tættkambur er eisini heiliráðútbúnaður, so her galda somu krøv. Framleiðarin merkir vørur, ið eru skrásettar sum heiliráðútbúnaður, við CE-merki sum tekin um, at tær lúka krøvini.

Fyrr var dentur lagdur á, at alt húskið skuldi viðgerast samstundis, hóast bara ein í húsinum hevði fingið lýs. Men orsakað av vandanum fyri, at lýsnar verða mótstøðuførar fyri lúsatýnandi evninum, skulu bara tey, ið hava fingið lýs, viðgerast.

Eftirkanning
Kannið altíð eftir, um viðgerðin eyðnaðist. Livandi lýs mugu sjálvandi ikki vera í hárinum eftir viðgerð, hóast nitrur og nitruskøl síggjast í hárbotninum.

Hvat kann eg gera?

  • Kanna altíð barnið, um vinirnir hava lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum
  • Gott samstarv millum skúla, dagstovn og foreldur er fyritreyt fyri einum góðum úrsliti í stríðnum móti lúsaspjaðingini. Tosa opið um tað og greið frá, at barn títt hevur fingið lýs og far undir at viðgera alt fyri eitt
  • Varnast tú lýs á tínum barni, skal alt húskið kannast
  • Keyp evni fyri lýs á apotekinum og fylg ávísingunum gjølla og minst til, at í ávísum førum skal viðgerðin takast uppaftur eftir einari viku
  • Ansa eftir, um viðgerðin er væleyðnað
  • Hugsa um, at váði er fyri at fáa lýs aftur í tíðini beint eftir eina viðgerð, og til allir smittuberar eru lúsaleysir
  • Vaska ella fryst kambar, bustir, húgvur og onnur høvuðklæði umframt seingjarklæði í minsta lagi 20 min. við 60 stigum. Annað, ið ikki kann fara í vaskimaskinuna, kanst tú leggja til viks í 48 tímar, ella tú kanst koyra tað í ein plastikposa og leggja tað í frystaran í 24 tímar. Onnur viðgerð av umhvørvinum er óneyðug, tí lúsin einans trívist í hárbotninum á fólki. Uttan fyri hárbotnin liva tær bara í mesta lagi í tvey samdøgur.  
  • Er ógjørligt at koma lýsnum til lívs eftir fleiri viðgerðir, eigur tú at fáa samband við lækna ella heilsusystur
Upplatingartíðir