Fótasoppur er ein tann mest vanliga soppaígerðin. Umleið 15% av íbúgvunum hava fótasopp, tó flest ung og vaksin.
Fótasoppur trívist best í hita, og har tað er ráligt. Trupulleikin er vanliga størstur hjá teimum,
Fótasoppur sæst oftast millum 4. og 5. tá og sæst sum skriðandi og flusut útbrot millum tærnar.
Húðin verður reyð, og kanska síggjast smáar vætufyltar bløðrur
Soppasmittan kemur ofta av sambandi við handklæði, skógvar ella gólv. Soppur kann eisini spreiða seg til aðrar partar av kroppinum. Tað er tí av størsta týdningi at viðgera fyri fótsopp sum skjótast.
Fótasoppur kann sum oftast viðgerast við lokalvirkandi handkeypsheilivági, sum er at finna bæði sum krem, gele og flótandi væta. Tað, sum er umráðandi, tá tú skalt viðgerast við hesum heilivági, er, at tú setur teg væl inní, hvussu hetta skal nýtast. Eitt nú er umráðandi at seta seg inní, hvussu ofta og hvussu leingi tú skalt brúka heilivágin, alt eftir hvat slag tú velur. Um tú ikki nýtir heilivágin rætt, er stórur vandi fyri, at soppurin kyknar upp aftur.
Á apotekinum fæst hjálp og vegleiðing um, hvat slag hóskar best til tín, og hvussu hetta skal nýtast.