Leyst lív

Talan er um leyst lív, tá ið tú noyðist ofta á vesi við tunnum opningi í stórari nøgd (meira enn 200 gramm um samdøgrið). Stutt tíðarskeið við leysum lívi (bráðkomið leyst lív) er vanligt. Flestu tilburðir av leysum lívi eru vandaleysir – og halda uppat av sær sjálvum.

Hvør er orsøkin til leyst lív?

Vanligasta orsøkin til leyst lív er virus og bakteriur. Smitta kann berast millum menniskju, og tí er sjálvandi neyðugt við góðum reinføri og at vaska tær um hendurnar, tá ið tú hevur verið á vesi. Tað kunnu vera aðrar orsøkir til bráðkomið ella áhaldandi leyst lív. Hesar orsøkir kunnu m.a. vera:

  • Antibiotikaviðgerð
  • Strongd og órógv
  • Viðkvæmur langi (tjúkktarmur)
  • Ovurviðkvæmi fyri ymiskum mati
  • Varandi langabruni (colitis)
  • Mjólkarsukurótolsemi (laktosu-intolerans)
  • Ovurnýtsla av evnum fyri trekan maga
  • Evnaskiftissjúka
  • Krabbameinssjúka
  • Ovurnýtsla av rúsdrekka
  • Ovurviðkvæmi fyri gluten
Hvørji sjúkueyðkenni eru?

Sjúkueyðkennini kunnu vera, at tú vilt ofta á vesi við tunnum opningi. Eisini kann matarlysturin vera ringur. Í sambandi við ígerð í maganum kanst tú fáa búkkrampa, vaml og spýggju og kanska fepur. Um tú hevur álvarsligt vætutrot, kunnu hesi eyðkenni vísa seg: 

  • Myrkt land í lítlari nøgd
  • Tosti
  • Dølskni
  • Illa fyri yvirhøvur
  • Høvuðpína

Um tú hevur blóð í opninginum, kann tað vera tekin um álvarsligan tarmbruna ella krabbamein í tarminum.

Í flestøllum førum javnar bráðkomið leyst lív seg eftir stuttari tíð, og kanningar verða tí vanliga bara gjørdar í sambandi við leyst lív í longri tíð.

Kanningar fyri krabbamein ella stelkvøkstur (polyppur) í baktarminum og í langanum verða gjørdar við kikarakanning.

Hvørja viðgerð kann eg fáa?

Evni, ið kunnu nýtast til viðgerð av leysum lívi: 

  • Evni, ið darva rørslurnar í tarmunum
  • Evni, ið ávirka tarmgróðurin
  • "Aktivt kul"

Um eitthvørt bendir á bruna (eitt nú salmonella, shigella, campylobacter, kolera ella líknandi) við nógvum fepri, blóði í opninginum og vánaligari almennari heilsustøðu kann viðgerast við antibiotika (oftast ciprofloxacin).

Hvørji evni kunnu darva rørslum í tarmunum?

Dømi um handkeypstilbúning: 

  • Loperamid
  • Loperamid við simethicon

Dømi um forskriftarlatnan tilbúning: 

  • Morfin (opium)

Ávirkan: Tilbúningurin darvar tarmrørslurnar og tarnar tí opninginum munandi. Hesin tilbúningur ávirkar bara sjúkueyðkennini og beinir tí ikki fyri orsøkini til leysa lívið.

Loperamid darvar eisini úrskiljingina í tarmunum og økir upptøkuna av vatni og søltum.

Loperamid verður tikið fyri bráðkomið leyst lív, t.d. í sambandi við flogferðir. Tað eigur bara at verða tikið stutta tíð og einans latið fólki, ið annars eru frísk. Tilbúningurin verður bara tikin, meðan fólk hava leyst lív og ikki fyribyrgjandi.

Morfin verður somuleiðis nýtt í sambandi við bráðkomið leyst lív, um læknin heldur tað vera neyðugt fram um handkeypstilbúning.

Hjáárin: Vanligastu hjáárinini av loperamidbólkinum eru vaml, trekur magi og búkilska.

Hjáárinini av morfini fevna m.a. um rúskenda vælveru, dølskni og vaml.

Hvørji evni kunnu ávirka tarmgróðurin?

Dømi um tilbúning: 

·      Mjólkarsýrubakteriur

Virknaður: Mjólkarsýrubakteriur eru natúrligar tarmbakteriur, ið gera tað torførari hjá fremmandum verum at smitta tarmin. Tilbúningur við mjólkarsýrubakterium verður serliga tikin fyri at fyribyrgja leysum lívi í sambandi við ferðing, ella um tú fært viðgerð við antibiotika. Mjólkarsýrubakteriur kunnu takast í sambandi við ein feril av bráðkomnum leysum lívi, men tá er virknaðurin avmarkaður.

Hjáárin: Tilbúningurin hevur eingi hjáárin, tí í honum eru somu bakteriur, ið vanliga halda til í tarminum.

Hvat er "Aktivt kul"?

"Aktivt kul" ella virkið kol kann roynast í sambandi við bráðkomið leyst lív. Veruligur virknaður er kortini ikki prógvaður, og óvist er, hvussu tilbúningurin virkar. Kortini verður hildið, at eitt møguligt úrslit kann koma av, at virkið kol bindur nakað av vætuni í tarmunum, tí tað hevur so stóra yvirflatu, og á tann hátt steðgar tað leysum lívi. Harafturat heldur onkur, at tað kann upptaka eiturevni, ið eru í tarmunum í sambandi við leyst lív.

Hjáárin: Virkið kol kann elva til trekan maga, og opningurin gerst svartur. Kol kann binda heilivág, ið verður tikin gjøgnum munnin, at sær í tarminum. Hetta er eisini galdandi fyri p-bollar. Tað merkir, at fyribyrgingin kann svíkja, og tí má annað fyribyrgingarevni takast, meðan viðgerðin við aktivum koli fer fram.

Spyr annars á apotekinum, um tú ert í iva um eitthvørt.

Nær skal eg fara til lækna?

  • Um tú hevur ógvusligt leyst lív í meira enn eina viku, ella um tú hevur trupulleikar við opninginum í meira enn 1 mánað 
  • Um tú varnast blóð í skarninum
  • Um tú plágast av drúgvum ella ógvusligum leysum lívi, og ert ússalig/ur
  • Um tú hevur ring herðindi av búkilsku og/ella fepur
  • Um tú varnast lætnan og áhaldandi møði

Smábørn, ið hava týðiligt leyst lív og eru sjúk og illa fyri, eiga altíð at verða kannað av lækna.

Hvat kann eg gera?

Drekk ríkiligt, tí tað er umráðandi at drekka nógv, tá ið tú hevur leyst lív. Blanda 1 teskeið av sukri og ½ teskeið av salti fyri hvønn litur fyri at bøta um salt- og sukurmissin. Eisini fæst á apotekinum eitt nú Revolyt®. Tað er liðugtblandað sukur og salt, ið verður loyst í vatni. Vaska hendurnar ofta, og sjálvandi tá ið tú hevur verið á vesi og eisini áðrenn matgerð.

Onnur ráð

  • Tú eigur skjótast gjørligt at fáa vanligan mat aftur eftir leyst lív

  • Matur við stívilsi í (rís, havri, gularøtur, mais osfr.) er góður fyri magan
Upplatingartíðir