02. juli 2019

Góð ráð um sól og heilivág

Visti tú, at ávísur heilivágur kann gera, at húðin hjá tær gerst serliga viðkvom fyri sólarljósi? Í slíkum førum eru ráðini um skugga, sólhat og sólkrem serliga týdningarmikil at fylgja.

Ávísur vanligur heilivágur kann geva óynskt hjáárin á holdið orsakað av sólarljósi. 

Eyðkennini koma fram, tá heilivágurin í kroppinum á ein ella annan hátt verður sundurbrotin. Tey evnini sum síðani verða gjørd, kunnu skaða tann sunna vevnaðin. Tey vanligastu eyðkennini fyri ljósviðkvæmi orsakað av heilivági eru hesi:

  • Útbrot
  • Sólskálding (húðin gerst reyð)
  • Húðin hovnar
  • Smáar vætufyltar bløðrur
  • Møgulig broyting av húðarliti (sonevndar pigment-broytingar)

Heilivágur sum kann gera húðina ljósviðkvæma er millum annað hesin:

  • Heilivágur fyri hjartað og vatndrívandi heilivágur – eitt nú Cordaron, Centyl v/kaliumklorid
  • Heilivágur fyri sálarligar sjúkur og tunglyndi – eitt nú Nozinan, Citalopram, Amitriptylin
  • Heilivágur fyri bruna (antibiotika) og pirrur (akne) – eitt nú Ciprofloxacin, Tetracyklin, Isotretinoin
  • Heilivágur fyri malaria – eitt nú Doxycyklin
  • Brunatálmandi heilivágur – eitt nú Salazopyrin, Methotrexate
  • Náttúruheilivágur - eitt nú Perikon

Les meira um sól og heilivág, og um hvørji ráðini eru, her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir