Í húðrovuni eru tvey løg. Ytra lagið er gjørt av deyðum, harðnaðum og hornkendum kyknum, og innara lagið er gjørt av livandi og virknum kyknum. Tær livandi kyknurnar gera fleiri lívsneyðug feittevni – essentiellar feittsýrur – sum fara millum hørðu og deyðu kyknurnar og gera eina næstan vætutætta verju.
Húðin er eitt natúrligt verjuskjøldur fyri, at bakteriur, evnafrøðievni og onnur fremmand evni sleppa inn í kropp tín. Húðin heldur kropsvætuni, altso so at ikki ov nógv væta sleppur burtur. Tí er neyðugt, at húðin er óskalað, bleyt og mjúk. Um ov nógv væta sleppur burtur, kann húðin gerast turr og verður flusukend, og hon kann rivna ella sprotna. Hendir tað, so er húðin ikki væl vard fyri ígerð, og av hesum kunnu skriði, rodnan og eksem koma. Tí mást tú røkja húð tína væl.
Hvønn dag er týðandi at røkja húðina. Umráðandi er at nýta røttu evnini, so at húðin verður frísk og sterk. Góð húðrøkt heldur húðina fríska.
Tað eru fleiri tilbúningar til alskyns húðsløg og húðtrupulleikar, so at sleppast kann undan skeinum o.ø. – bæði tí sædda og ósædda.
Góð gerandis húðrøkt valdast av, hvussu húð tín er og eisini nær á árinum, tí húðini tørvar meira feitt um veturin enn um summarið. Úr kremi fær húðin feittevni, men ikki eru øll krem eins. Krem úrvalið er stórt, so vel rætta kremið, ið hóskar best til tín. Vel tað krem, sum tær dámar og gagnar tær, og royn at sleppa undan íblandingarevnum í kreminum, eitt nú angievnum og litevnum – serliga um tú ert ovurviðkvæmur ella hevur ovurviðkvæma húð. Tað kann vera, at tú hevur brúk fyri fleiri kremsløgum, tí at húðin er ikki líka turr alla staðni.
Húðin tornar, um húðfeittið minkar. Tað kann henda, um tú eitt nú ofta vaskar tær við vatni og sápu, ella tú nýtir reingerðarevni ella evnafrøðievni.
Veður og vindur hava eisini sína ávirkan. Helst um veturin uppliva mong, at húðin verður turr, tí at luftin er turr, og luftvætan er lítil. Harafturat verður húðin turrari við aldrinum. Tað kemur m.a. av tí, at eldri fólk hava tynri húð, húðin er ikki so seig og liðilig longur, vætan í húðini er minni, og minni feitt verður gjørt í húðini. Eisini ávirkar tað húð tína, um tú ikki drekkur nóg mikið. Ógvuliga vanligt er, at á hondum, beinum og høvdi er húðin turr, men soleiðis kann vera um allan kroppin. Turr húð tykist at vera arvalig, so um foreldur og systkin tíni hava turra húð, so er meira sannlíkt, at tú eisini fært turra húð.
Fyri dagliga at røkja vanliga húð og at fyribyrgja turra húð kanst tú nýta vætulotión. Lotión inniheldur nógv vatn og lutfalsliga ikki nógv feitt. Lotión er tuntflótandi, og lætt er at smyrja, og lotión feittar ikki, og tú kennir teg væl. Nýt eina milda sápu við lágum pH-virði til at reinsa húðina. pH-virðini í sápu og húð eiga at samsvara. Skola síðani væl, tí annars tornar húðin.
Til at røkja eitt sindur turra húð kanst tú nýta eitt vætukrem. Krem eru tjúkkari enn lotión og tí ikki so heilt ómaksleyst at smyrja. Vætukrem kunnu kennast linnandi, um skriði kenst í húðini. Vætukrem kunnu sjálvsagt nýtast fleiri ferðir um dagin, so ofta sum tørvur er á.
Um húð tín er ógvuliga turr ella flusnandi, kanst tú nýta eitt feittkrem. Sum orðið sigur, so er ógvuliga nogv feitt í feittkremi. Feittkrem er eisini hóskandi, um tú hevur eksem ella aðra húðsjúku. Tú kanst eisini nýta eitt feittkrem, sum inniheldur sera nógv feittevni og júst tað feittevnið, sum natúrliga er í húðini. Hetta kremið er virkið í longri tíð (upp til 24 tímar eftir at smurt er).
Fleiri ymiskir hættir eru at viðgera eksem. Í nøkrum førum verður feittkrem nýtt til eksemhúðrøkt. Er eksemið milt, so kunnu feittkrem verða loysnin. Ringt eksem kann viðgerast við heilivági. Í hesum førum verða ofta krem við nýrakolsbørkshormonum nýtt. Veikastu nýrakolsbørksfeittkrem fáast í handkeypi. Er eksemið sera ringt, skalt tú fara til lækna tín.
Heldur tú, at tú hevur fingið ígerð í húðina, so kanst tú røkta húðina við at sóttreinsa við sápuvatni ella klorhexidin. Um tað ikki hjálpir, eigur tú at fara til læknan, sum kann mæla til viðgerð við antibiotika – oftast krem, men tablettir, um ígerðin er ring.
Hugsa um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva til, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.