Sum dátuábyrgdari av teimum persónligu upplýsingum sum vit í Apoteksverkinum hava um teg, er tað okkara ábyrgd at tryggja, at upplýsingar sum vit hava um teg verða viðgjørdar á lógligan og tryggan hátt, og í trúnaði.
Apoteksverkið tekur hesa ábyrgd í størsta álvara, og tiltøk eru sett í verk til tess at verja persónligar upplýsingar.
1.1 Hesin politikkur um viðger av persónsdáta (”Persóndátapolitikkur”) lýsir hvussu Apoteksverkið (”apotekið”,”apotekinum”, ”vit”, ”okkara”) savnar saman og viðgera upplýsingar um teg.
1.2 Persóndátapolitikkurin er galdandi fyri persónsupplýsingar, sum vit viðgera um teg sum viðskiftafólk (tá tú verður avgreidd/ur á apotekinum) ella tá tú vitjar heimasíðuna hjá okkum á www.apotek.fo (”heimasíðan”).
1.3 Apoteksverkið er dátuábyrgdari fyri tínum persónsupplýsingum. Tá tú vendir tær til Apoteksverkið í samband við viðgerð okkara av tínum persónsupplýsingum, skal tað gerast soleiðis sum greitt frá undir punkt 8.
2.1 Vit viðgera altíð tínar persónsupplýsingar sambært hesum persóndátapolitikki og sambært teimum til eina og hvørja tíð galdandi lógum, sum vit eru undirløgd.
2.2 Apotekini hevur vakmyndaeftirlit í bygningunum, og vit goyma myndatilfarið sambært reglum, sum eru galdaldi hesum viðvíkjandi.
2.2.1 Endamálið er at tú sum viðskiftafólk – eins og starvsfólk okkara - skalt kenna teg trygga/n. Vakmyndaeftirlit hevur til endamáls at tú – eins og starvsfólk okkara - skalt kenna seg trygga/n á apotekinum, umframt at vakmyndaeftirlit virkar fyribyrgjandi móti lógarbrotum. Eftirlitið fer fram við vakmyndatólum sum eru sett upp í avgreiðsluhølunum á apotekunum. Í avgreiðsluhølunum eru sett upp sjónlig skelti/piktogramm, har upplýst er um vakmyndaeftirlit.
2.2.2 Lógargrundarlagið fyri viðgerðini er okkara lógligi áhugi at verja viðskiftafólk og starvsfólk og at fyribyrgja lógarbrotum.
2.3 Tá tú keypir handkeypsheilivág og aðrar vørur á apotekinum savna vit ikki upplýsingar um teg, uttan mun til um tú rindar kontant ella við gjaldskorti.
2.4 Tá tú keypir reseptskyldugan heilivág á apotekinum: Vit viðgera upplýsingar um navn, bústað, p-tal, forskriftir og heilvágin, ið tú fært útflýggjaðan. Upplýsingarnar um teg fáa vit frá Landsfólkayvirlitinum og Talgildu Heilsuskipanini og verða skrásettar í apoteksskipanini, sum m.a. roknar út møguligt tilskot frá Heilsutrygd.
2.4.1 Endamálið er at tryggja tín samleika og útflýggja rættan heilivág, umframt at tryggja, at tú fært tilskot frá Heilsutrygd sum tú hevur rætt til, og at gera tær heilsurættarligu skyldur, sum okkum eru álagdar.
2.4.2 Rættargrundarlagið fyri viðgerðina er at vit lúka tær treytir sum álagdar eru sambært løgtingslóg nr. 104 um Apoteksverkið og heilivág.
2.4.3 Endamálið er at betra um brúk og bygnað av heimasíðuni, umframt at skráseta hvussu langa tíð brúkarin er á heimasíðuni.
2.4.4 Rættargrundarlagið fyri viðgerðina er Persónsupplýsingarlógin, grein 9, stk. 1, (6).
3.1 Nakrar av upplýsingunum um teg fáa vit frá tær, tá tú ert inni á apotekinum sum viðskiftafólk hjá okkum, ella tá tú vitjar heimasíðu okkara.
3.2 Vit fáa eisini pesónsupplýsingar um teg frá triðja parti, millum annað i) Landsfólkayvirlitinum um navn, p-tal og bústað, foreldur-barn samband, ii) lækna ella tannlækna í samband við forskriftir; iii) Heilsutrygd í samband við at rokna tilskot til heilivág.
4.1 Upplýsingar sum verða savnaðar í samband við upptøkur frá upptøkutólum til yvirvaking, sum nevnt í 2.2, kunnu verða givnar víðari til politiið í samband við kanningararbeiði í samband við lógarbrot
4.2 Upplýsingar sum verða savnaðar í samband við útflýggjan av heilivági verða givnar víðari til talgildu heilsuskipanina Cosmic.
4.3 Perónsupplýsingar um teg kunnu verða latnir til granskarir, sum viðgera heilsuupplýsingar í samband við heilsugransking.
5.1 Upplýsingar sum goymdar við vakmyndaeftirliti, verða goymdar í 30 dagar, og síðan strikaðar.
5.1.1 Um løgreglan hevur brúk fyri upptøkum í samband við møguligt lógarbrot, verða upptøkurnar goymdar, inntil kanningararbeiðið er liðugt og møguligt rættarmál er liðugt. Í slíkum førum verða upptøkurnar latnar løgregluni, í tann mun tað er neyðugt.
5.2 Upplýsingar í samband við útflýggjan av reseptskyldigum heilivági verða ikki strikaðar. Orsøkin er tann, at vit hava lógarheimild at goyma upplýsingarnar í samband við heilivágsviðgerð.
5.3 Upplýsingar um brúk av heimasíðu okkara verða strikaðar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir at tú hevur vitjað heimasíðuna.
6.1 Til tess at tú kanst fáa innlit í viðgerðina av upplýsingum sum vit hava um teg, verður niðanfyri greitt frá um rætt tín sambært Persónsdátalógini.
6.2 Rættur til innlit
6.2.1 Tú hevur rætt til at síggja upplýsingar sum vit viðgera um teg, hvat slag av upplýsingum talan er um, hvat endamálið er við viðgerðini, og hvar vit hava fingið upplýsingarnar frá.
6.2.2 Tú hevur rætt at fáa útflýggjað avrit av teimum persónsupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Ynskir tú avrit av tínum persónsupplýsingum, skalt tú senda skrivliga umbøn til landsapotekarin@apotek.fo. Vit kunnu biða teg um prógv fyri, at tú ert tann sum tú sigur teg at vera.
6.3 Rættur til rætting
6.3.1 Tú hevur rætt til at fáa skeivar persónsupplýsingar um teg rættaðar av okkum. Verður tú varin við at vit hava skrásett upplýsingar um teg, sum ikki eru rættir, verður tú biðin um at venda tær til okkara skrivliga, so vit fáa rætta upplýsingarnar.
6.4 Rættur til striking
6.4.1 Tú hevur rætt til at fáa allar ella ávísar upplýsingar um teg strikaðar av okkum, eitt nú um tú tekur aftur samtykki, sum tú hevur givið okkum, og vit ikki hava annað rættargrundarlag at halda á við viðgerðini. Í teimum førum, har neyðugt er framhaldandi at viðgera upplýsingar um teg, t.d. fyri at vit kunnu lúka lógarásett krøv, ella í samband við rætarmál, er tað ikki okkara skylda at strika persónsupplýsingar um teg.
6.5 Rættur til viðgerðaravmarking
6.5.1 Tú hevur í ávísum førum rætt til at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum verða avmarkað til einans at goyma, t.d. um tú metir, at teir upplýsingar, sum vit viðgera um teg, ikki eru rættar.
6.6 Rættur til dátaflutning
6.6.1 Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið okkum, útflýggjaðar í struktureraðum, vanliga brúktum talgildum sniði, og hevur rætt til at flyta hesar upplýsingar til ein annan dátuábyrgdara. Flestu upplýsingarnar á apotekunum eru tøkar fyri øll apotekini, umframt talgildu heilsuskipanina.
6.7 Rættur til mótmæli
6.7.1 Tú hevur altíð rætt til – av orsøkum sum hava við persónligu umstøður tínar at gera - at kæra viðgerðina av persónsupplýsingum um teg, sum vit viðgera við grundarlagi í okkara vanliga arbeiði.
6.7.2 Um vit við støði í eini kvalifiseraðari meting kunnu ávísa, at tað eru lógligar og týðandi orsøkir at halda fram við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, eru vit heililaði til at halda fram við viðgerðini av tínum persónsupplýsinum.
6.8 Rættindi at kæra til Dátueftirlitið
6.8.1 Tú kanst altíð kæra til Dátueftirlitið, Reyngøta 33, 100 Tórshavn, um viðgerð okkara at tínum persónsupplýsingum. Kæran kann senda sum teldupostur á dat@dat.fo, ella við at ringja á telefon 309100.
7.1 Vit hava sett í verk hóskandi tøkniligar og bygnaðarlig trygdartiltøk fyri at tryggja, at persónsupplýsingar ikki við vilja ella av óvart verða fyribeindar, burturmistar, broyttar ella skerdar, og at tær ikki koma óviðkomandi í hendi ella verða misbrúktar.
7.2 Bert starvsfólk, sum hava tørv á at fáa atgongd til tínar persónupplýsingar í starvi teirra í Apoteksverkinum, hava atgongd til hesar upplýsingar. sse.
8.1 Apoteksverkið er dátuábyrgdarin fyri persónsupplýsingar, sum verða savnaðir á apotekinum og á heimasíðuni.
Apoteksverkið
Staravegur 15, FO100 Tórshavn
Tlf. nr.: 355200
Teldupostur: landsapotekarin@apotek.fo
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til henda Persóndátapolitikk ella tú vilt brúka tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við:
Dátuverndarfólk (DPO): Robert Vilhelmsen
Teldupostur: datuverndarfolk@apotek.fo
9.1 Í samband við broytingar í Persóndátapolitikkinum verður altíð nýggjasta útgáva av persóndátapolitikkinum løgd á heimasíðuna.
9.2 Henda útgáva av Persóndátapolitikkinum er dagfest 28. desember 2020.