06. mai 2022
Apoteksverkið fer nú undir eina stóra KT-umlegging. Meðan umleggingingin fer fram, verður bert bráðneyðugur heilivágur útflýggjaður, og bert í samráð við vakthavandi lækna. Tí mælir Apoteksverkið til, at fólk tryggja sær at fáa tann heilivág, tey hava tørv á, í góðari tíð.
KT-umleggingin fer fram dýrabiðidagsvikuskiftið. Sostatt stongja øll apotekini hóskvøldið 12. mai kl 17.30, og lata ikki uppaftur fyrr enn mánamorgunin 16. mai.
Meðan KT-skipanin verður skift, og apotekini eru stongd, verða allar reseptir skrivaðar við hond, eins og allur heilivágur verður avgreiddur við handamegi. Hetta merkir, at bert bráðneyðugur heilivágur verður avgreiddur í tíðarskeiðnum hóskvøldið 12. mai kl 17.30 til mánamorgunin 16. mai, og hetta verður bert eftir avtalu við vakthavandi lækna.
Eisini verður Apoteksverkið á Vanganum óvirkið í hesum tíðarskeiðnum.
Stóra KT-umleggingin er ein liður í at dagføra skipanirnar, so avgreiðslan av heilivági verður enn skjótari og smidligari enn higartil. Apoteksverkið vónar, at viðskiftafólk okkara halda okkum til góðar.