Krímsár

Tað er heilt vanligt at fáa krímsár (munnsár). Flest av okkum eru smittað við hesum virussi, sum er orsøkin til trupulleikan. Tað er tó bara 5. hvør smittað/ur, sum aftur og aftur fær krímsár. Tey flestu, sum fáa krímsár, fáa tey umleið 2-3 ferðir um árið – summi færri, meðan onnur hava oftari. Krímsár sita oftast á vørrunum.

Krímsár kemur av virusígerð. Talan er um eitt virus, sum eitur Herpes simplex. Nærum øll børn verða smittað av hesum virussi rættiliga tíðliga í lívinum. Krímsár smitta við tøttum sambandi við spýtti við virussi í. Tað er ikki altíð, tú varnast, at tú ert smittað/ur.

Hevur tú fingið herpes, verður tað verandi í kroppinum. Virus liggur í dvala í kroppinum. Seinni kann tað gerast virkið aftur og skapa nýggj útbrot.

Hvørji eyðkenni eru?

Krímsár (herpes) eru smáar bløðrur, sum lættliga bresta. Av hesum kemur ein skorpa, sum seinni dettur av. Eitt munnsár hevur eina livitíð uppá uml. 8-10 dagar. Vanliga sæst ikki arr aftan á krímsár. Krímsár kunnu svíða og skriða.

Tað eru nøkur, sum ikki fáa krímsár á varranar, men aðrastaðni í andlitinum t.d. á kjálkanum ella á kroppinum.

Eru eyðkenni áðrenn útbrot?

Meginparturin av teimum, sum hava krímsár, kunnu merkja ávaringartekin, áðrenn eitt nýtt útbrot er á veg. Hetta kann vera ein prikkandi kensla, og eftir stutta tíð gerst tað til smáar vætufyltar bløðrur. Tað er av týdningi at byrja viðgerðina so skjótt, tú merkir ’ávaringina’, so at útbrotið gerst so lítið sum møguligt.

 

Hví fær man krímsár?

Orsøkirnar til, at tú fært krímsár, kunnu vera: 

  • Náttúrlig sjúka sum t.d. krím ella aðrar sjúkur, ið minka um órinsverjuna (immunforsvar) hjá kroppinum.
  • Sterk sólgeislan í sambandi við summarfrítíð ella skífrítíð. Solarium kann eisini vera ein orsøk.
  • Strongd. Ein strongdur gerandisdagur kann eisini vera ein frágreiðing til krímsár. 
  • Mánasjúkan. Nakrar kvinnur fáa krímsár í sambandi við mánasjúku 
  • Flestøll útbrot av krímsárum á vørrunum koma tó uttan nakra ávísa orsøk.
Hvussu smitta krímsár?

Ver varug/ur við, at virus, sum finnast í krímsárum, kunnu smitta onnur. Serliga við samlegu ella oral-sex er møguleikin stórur fyri at smitta makan, og tað kann elva til herpes-útbrot í neðra (genital herpes).

Nýfødda barnið er eisini serliga útsett fyri herpes-smittu.

Hvør er viðgerðin?

Flestu fólk læra at kenna útbrotini av krímsári. Tey venda sær ofta til apotekið, har tey royna seg fyrst við hondkeypsheilivági, um talan er um varrarnar.

Virusígerð kann ikki viðgerast við antibiotika, men við serligum evnum, sum virka á eitt ella fleiri sløg av virusum. Herpes-virus kann viðgerast við aciclovir, valaciclovir og penciclovir,

Krem við ávikavist aciclovir ella penciclovir fæst sum krem í handkeyp á apotekinum. Tey skulu smyrjast á við einum tunnum lagi 5 ferðir um samdøgrið (aciclovir) ella 2. hvønn tíma (penciclovir). Hetta kann linna um útbrotið.

Viðgerðin skal sum sagt í gongd skjótast møguligt, og í seinasta lagi 24 tímar eftir, at útbrot er. 

Tað nýggjasta til at viðgera krímsár við, eru serlig plástur frá eitt nú Compeed. Hesi síggjast ikki væl og gera, at væta ikki rennur úr sárinum. Plástrini skulu sita á, til tey byrja at losna sjálvi.

Um útbrotini eru stór ella venda aftur oftani, kann viðgerast við tablettum. Tablettirnar fáast á forskrift frá lækna.

Hvat kann eg gera?

  • Vaska hendur eftir at hava nortið við varrarnar.
  • Nert ikki við krímsárið, tí tú kanst smitta onnur øki á kroppinum tá.
  • Vanligur sunnur lívsstílur vil styrka immunverjuna, og tí minka um útbrotini av krímsári. So sum at eta fjølbroyttan kost, íðka ítrótt og fáa nokk av svøvni.
  • Um tú hoyrir til tann bólkin, sum fær krímsár, tá tú ert í sólini, er tað eitt gott hugskot at brúka feittstift við høgum sólfaktori. Hetta kann fyribyrgja útbrotini.
  • Um útbrotini eru afturvendandi, er tað ein ábending um at leggja gerandisdagin um, so hann verður minni strongdur.

Nær skal eg fara til lækna?

Far til lækna, um krímsárini á vørrunum breiða seg til nøs ella eygu. Herpes í eygunum kann ávirka sjónina.  

Gev gætur

  • Um tú hevur varandi eksem í andliti ella á kroppi, er tað av týdningi at vera varug/ur við, um eksemið knappliga versnar. Hetta kann vera tekin um herpesbruna. 
  • Um tú hevur astmaeksem ella barnaeksem, er vandi fyri at fáa størri útbrot av herpes, sum spreiðir seg til størri øki á andliti og hálsi.
Upplatingartíðir