Børn fáa ofta viðkvæma húð ymsastaðni á kroppinum, serliga um tey brúka blæu. Tá fær húðin ikki luft, og tað kann gera hana viðkvæma og føra til, at rumpan gerst reyð.
Húðin á hálsinum og aftan fyri oyruni kann eisini gerast reyð. Slev og spýggja kunnu gera húðina um munnin reyða. Sí meira um húðrøkt hjá børnum her.
Til at fyribyrgja reyðum rumpum kanst tú t.d. brúka Apotekets Baby Salve. Salvan leggur seg sum ein skón og verjir húðina móti landi og skarni, so tað ikki órógvar húðina. Eisini ger salvan, at húðin ikki tornar. Hevur barnið reyða rumpu, skalt tú skifta blæu ofta og lata luft sleppa at hvørja ferð.
Um barnið hevur fingið reyða rumpu, so er gott at smyrja salvu við zinki (verjir húðina), silikon og dimetikon (vatnskýggjandi) á. T.d. Apotekets Zinksalve.
Salvur við zinki eru hvítar á liti. Tær skulu vaskast av, áðrenn nýtt verður smurt á. Brúka sápu, um skarn er. Brúka angaleysa sápu við pH-virði 5 ella minni.
Lýsisalva 4% kann eisini nýtast til at linna um reyða barnarumpu.
Er rumpan sera reyð, og zinksalvan ikki hjálpir, kanst tú brúka eina veika tjørusalvu, ið kallast Inotyol, sum fæst í handkeypi.
Um útbrotið ella sárið breiðir seg, um tamarhald ikki fæst á tí, og tað varir longur enn 1-2 vikur, eigur tú at fara til lækna ella heilsusystur. Í summum førum er talan um soppabruna.