Spýggjan

At spýggja er ein máti at sleppa av við evni, sum kroppinum ikki tørvar, eins og leyst lív. Ofta kemst spýggjan av eini magaígerð elvd av virusi. Hendan magaígerð er sjálvdan drúgv. Hóast barnið kann vera rættuliga illa fyri, er tað at spýggja sjáldan vandamikið.

Hjá smærri børnum kann ringur hosti gera, at tey spýggja. Hjá størri børnum kann spýggjan koma av strongd, trupulleikum í skúla ella heima, ella av øðrum, sum hevur skelkað tey.

Børn spýggja aloftast, tá ið tey hava ovetið seg. Um spýggjan kemur av sjúku, so eru fepur og leyst lív ofta eftirfylgjan. Ferðaverkur kann eisini vera ein orsøk.

Finst nakað í handkeypi?

Í handkeypi á apotekinum fæst ávikavist pulvur (Revolyt® - børn ≥ 2 ár) og brúsitablettir (Resorb® – børn ≥ 3 ár) at loysa upp í vatni. Í hesum evnum eru sukur og salt, og tað skal loysast upp í kókaðum, kólnaðum vatni. Handkeypsheilivágur eigur ikki at blandast við saft, mjólk ella djús.

Hvønn týdning hevur reinføri?

Foreldur skulu altíð vaska sær um hendurnar eftir at hava røkt barnið, so at tálmað verður, at tey verða smittað, ella so at tey ikki bera smittuna víðari. Barnsins hendur skulu eisini vaskast.

Foreldur kunnu eisini nýta sóttreinsandi evni til hendurnar, so sum hondspritt.

Hvat kann eg gera?

Størsti ampi av spýggju og leysum lívi er vætutrot (dehydrering). Vætutrot stendst av, at meira væta fer úr kroppinum enn inn í kroppin. Børn kunnu skjótari tróta vætu enn vaksin, serliga um tey eisini hava fepur.

Hetta kann bøtast við, at barnið drekkur nógv vatn, saft, sodavatn ella annað. Gagnligt er, at tað, ið drukkið verður, inniheldur bæði salt og kaloriur, serliga um matarlysturin er ringur, tí at so fær barnið orku, og tað verður ikki dehydrerað. Tá ið barnið aftur fer at drekka, er týdningarmikið at byrja í smáum, so at barnið ikki spýr alt uppaftur.

Gev ikki barninum mjólk í byrjanini, uttan so at barnið fær bróst. Um barnið fer at spýggja av bróstamjólk, skalt tú seta teg í samband við lækna. Men gev gætur, at klíggja og at spýggja er ikki tað sama. At nýføðingar klíggja er vanligt.

Nær skal eg fara til lækna?

  • Beinanvegin, um tú heldur, at barnið er eitrað, t.d. um barnið spýr illa
  • Beinanvegin, um barnið áhaldandi hevur ilt í búkinum
  • Beinanvegin, um barnið hevur leyst lív, nógvan fepur og eisini spýr
  • Um barnið ikki pissar sum vanligt, og urinið verður myrkt
  • Um barnið spýr í meira enn 1 samdøgur
  • Um barnið er sløvt
Upplatingartíðir