At roykja laks

Ráur træetikkur til at roykja laks við fæst til keyps á apotekinum.

Leiðbeining

  • Reinsa fiskin væl. Flakasker og reinsa flakið fyri beini.
  • Blanda 1 kopp av sukri og 1 kopp av salti saman. Legg fiskin á eitt stórt fat við skræðuni niður. Salta fiskin væl við blandingini, tó bara fiskasíðuna. Endurtak viðgerðina dagin eftir. Turka fiskin væl og pensla hann við ráum træedikki frá apotekinum.
  • Ger hetta 2-3 ferðir, alt eftir hvussu tjúkt flakið er.
  • Verður fiskurin ikki etin beinanvegin, skal hann frystast.
Upplatingartíðir