Hóast p-bollin hevur verið til keyps í umleið 50 ár og er tann fyribyrgingarháttur, ið flestar kvinnur nýta, kunnu spurningar ella ivamál stinga seg upp, har neyðugt er við leiðbeining ella ráðgeving frá læknanum og/ella apotekinum.
Í p-bollum eru tvey hormon, gestagen og østrogen, ið virka soleiðis:
P-bollar verða bólkaðir í fýra ymisk sløg av generatiónum alt eftir innihaldi av hormoninum gestagen.
Tað finnast nógv ymisk sløg av p-bollum við ymiskum samansetingum av hormonunum, og tí er sera umráðandi at lesa kunningarseðilin, ið liggur í pakkanum.
Vanliga skulu p-bollarnir takast í 21 dagar, og síðani er steðgur í 7 dagar. Í steðginum fær kvinnan eina bløðing. Bløðingin er nakað veikari, samanborið við áðrenn hon byrjaði at taka p-bollar.
Í einstøkum sløgum av p-bollum eru 28 tablettir í pakkanum. Í hesum førum innihalda 7 av tablettunum ikki hormon og hesar skulu takast í støðginum.
Tað er týdningarmikið fyri virknaðin hjá p-bollum, at hann verður tikin rætt, og at tú ikki gloymir at taka teir.
Hevur tú gloymt at taka ein p-bolla, er týdningarmikið, at hann verður tikin skjótast gjørligt, og at tú heldur áfram at taka p-bollar eins og vanligt. Hetta skal gerast, hóast tú so møguliga skalt taka 2 p-bollar sama dag.
Tað eru nógv sløg av p-bollum á marknaðinum, og framleiðararnir royna alla tíðina at leggja seg eftir at framleiða p-bollar, ið hava so fá hjáárin sum møguligt.
Apotekið hevur skyldu at bjóða tann bíligasta tilbúningin, ið er á marknaðinum. Í hesum førum er innihaldið og samansetingin av hormoninum altíð hin sama. Nýggi pakkin kann tó hava eitt annað navn, og útsjóndin á pakka/tablett kann vera broytt. Tað kann vera, at tú ert von við, at t.d. vikudagar eru prentaðir á arkið við p-bollunum, men at tann nýggi pakkin er merktur við tølum í staðin. Tað kann vera ørkymlandi, og tað er umráðandi at fáa leiðbeining um broytingina. Um ivamál stinga seg upp, ber altíð til at venda sær til apotekið.
Øll sløg av p-bollum økja um vandan fyri at fáa blóðtøpp, samanborið við ikki at nýta p-bollar – summi meira enn onnur.
Nógvar ymiskar kanningar av p-bollum eru framdar gjøgnum árini. Niðurstøðan er, at nýggjastu sløgini av p-bollum (3. og 4. generatión) hava øktan vanda samanborið við eldru sløgini av p-bollum (1. og 2. generatión). Danska heilsustýrið tilmælir at byrja við 2. generatións p-bollum. Orsøkin er, at vandi fyri at fáa blóðtøpp er lægst við hesari generatiónini.