Føstulávint og sminka

Flest øllum børnum dámar sera væl føstulávintstíðina, tá skulu tey gera av, hvussu tey ætla at vera ílatin. Skal tað vera ein hetja, prinsessa, heks, eitt trøll ella kanska Pippi? Tað er eisini tíðin, har tey spent fara at ganga hús úr húsi at fáa sær okkurt leskiligt frá blíðum fólki.

Nógvum dámar væl at verða sminkaði soleiðis, at tey kanska eru heilt ókennilig. Alt hetta er sera stuttligt og spennandi, men tað er eisini sera týdningarmikið, at tú hesar dagarnar hugsar teg væl um, hvussu tú fert fram, tá tú sminkar børnunum.

At nýta sminku til børn, nakrar fáar ferðir um ári, er oftast óskaðiligt. Tó hava summi børn viðkvæmari húð enn onnur, og tá økist vandin fyri, at tey gerast ovurviðkvom.

Vandin fyri ovurviðkvæmi er ymiskur fra barni til barn. Vandin fyri ovurviðkvæmi er m.a. treytaður av:

  • Hvussu ofta barnið verður sminkað
  • Hvussu tjúkt lag verður smurt á
  • Hvussu stórt umráði á húðini verður sminkað
  • Hvussu leingi sminkan verður verandi á húðini

Ert tú tilvitað/ur um, at barnið hevur viðkvæma húð, verður viðmælt ikki at nýta sminku, men heldur gera tað stuttligt á annan hátt, t.d. við masku og klæðum. Um sminka tó verður nýtt, skal hon bert nýtast á avmarkaðum umráði.

Smyr ongantíð sminku á turra og skurvuta húð ella á húð við eksemi. Á apotekinum fært tú nógvar vørur, sum kunnu nýtast innanundir sminku og at reinsa sminku av við. Kom inn og fá eina góða vegleiðing. 

Hvat kann eg gera?

Tá sminkað verður:

  • Nýt krem í føstum líki, heldur enn flótandi. Í teimum flótandi eru meira haldevni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi
  • Keyp bert vøru, har evnisyvirlitið er eyðsýnt
  • Nýt bert sminku til serlig høvi
  • Keyp sminku uttan luktilsi
  • Nýt svanamerkt feittkrem undir sminkuni, tað verjir húðina á barninum og ger sminkuna lættari at fáa av
  • Lat ikki barnið ganga ov leingi við sminkuni, ansa eftir ikki at smyrja ov tætt at eygunum og á varrarnar

Tá sminkan skal av:

  • Nýt ein skúmsvamp og flótt vatn, um sminkan er vatngrundað
  • Nýt svanamerkt reinsikrem uttan luktilsi, um sminkan er oljugrundað
  • Smyr svanamerkt feittkrem uttan á sminkuna og turka við einum svampi
Gipsmaskur

Tað er ógvuliga væl umtókt í barnagørðum og skúlum í Føroyum at gera gipsmaskur til føstulávint. Hetta er sera skapandi og stuttligt fyri børnini, sum sleppa at gera teirra egnu masku.

Gipsmaskur verða gjørdar úr gipsbindi, sum eitur Cellona og fæst á apotekunum. Leiðbeining til hesar maskur stendur niðanfyri:

  1. Smyr andlitið væl inn í feittkrem ella vaselin, áðrenn gipsbindið verður lagt á.
  2. Klipp gipsbindið í strimlar, dyppa teir í vatn og legg teir á alt andlitið, tó ikki á eygu og nasagluggar. Slætta við einum fingri
  3. Legg 2-3 løg av gipsbindi á alt andlitið
  4. Tak varliga tað lidnu maskuna av andlitinum
  5. Nú hevur tú eitt liðugt skap av andlitinum. Lat maskuna torna
  6. Tú kanst mála maskuna og møguliga stroya glimmur á hana.

 

Um barnagarðar, skúlar og stovnar ynskja at keypa Cellona í stórum nøgdum á apotekunum, er gott at bíleggja í góðari tíð fyri at tryggja sær, at apotekini hava vøruna á goymslu.

Upplatingartíðir