11. oktober 2019

Vaksandi tilburðir av skrubbi

Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun varð tosað um tað vaksandi talið av skrubbtilburðum í Føroyum. Eisini bendir nógv á, at skrubbmottan er blivin meira mótstøðuførð fyri vanligu viðgerðini, enn áður.

 

Skrubb er ein húðsjúka, sum kemur av skrubbmottuni, sum grevur gongdir í húðina og síðani leggur egg. Her gerast eggini til larvur, sum síðani ferðast víðari í húðini. Tað sum er sereyðkenni fyri skrubb er, at ein brádliga verður plágaður av ógvusligum skriða, serliga um náttina. Orsøkin til tann ógvusliga skriðan er ein ovurviðkvom reaktión ímóti mottuni og ótørvum frá mottuni.

Gongdirnar eru oftast millum fingrarnar, um hondliðini, í húðini kring nalvan og á kynsgøgnunum. Les meira um skrubb, og um góð ráð í samband við skrubb, á síðuni hjá Apoteksverkinum her.

Viðgerð fyri skrubb fæst í handkeypi á apotekinum. Um ein hevur illgruna um, at tann vanliga viðgerðin ikki hjálpir, so verður mælt til, at seta seg í samband við lækna.

Á leinkinum her ber til at hoyra tað, sum sjúkrarøktarfrøðingur frá Húðambulatoriinum og farmaseutur frá Tjaldurs Apoteki greiddu frá. 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir