Havhestaveiða

Kloraminpulvur at nýta í sambandi við havhestaveiðu fæst til keyps á apotekinum.

Leiðbeining

  1. Tey, ið veiða náta, eiga at vera í oljuklæðum og at tváa tey og øll klædnapløgg, tey hava verið í, væl, tá veiðan er av.
  2. Ungar, ið eru rak og ússaligir, eiga ikki at verða tiknir. Men kanningarnar seinastu árini hava prógvað, at ofta eru ungarnir rak av øðrum sjúkum enn nátasjúkuni. Tó kann ein ikki líta á, at fuglar, sum tykjast vera heilt frískir, ikki smitta.
  3. Umráðandi er at tváa hendurnar væl undir veiðuni og aftaná, áðrenn farið verður at fáa sær, festa sær í o.s.fr. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni, ið fæst við at loysa upp 50 g av kloraminpulvuri í 10 litrum av vatni/sjógvi.  Beinið tóm kloraminíløt burtur, so eingin kemur at teimum. Kloramin er vandamikið at fáa niður í seg. Ger eitrandi gass saman við sýru. Vandi er fyri etjan, og tað kann elva til ovurviðkvæmi. Týdningarmikið er ikki at anda dustið í seg, so neyðugt er altíð at hava ílatið afturlatið. Kemur nakað av evninum í eyguni, skola so væl við vatni og far til lækna. Kloramin pulvur fæst til keyps á apotekinum.
  4. Alt, ið vit enn vita um smittuna, bendir á, at ungarnir eiga altíð at verða skáldaðir og ikki royttir. Mælt verður til altíð at skálda nátarnar sama kvøld, sum komið er at landi. Mælt verður til at brúka djúpa gassgrýtu og fremst av øllum at brúka hitamát (termometur), og ongantíð at lata vatnið vera heitari enn 75°C – ið hvussu er ikki lata tað fara upp um 80°C. Tí er vatnið heitari, fer at paða, t.e. fjøðurin hevur filluna við sær, tá ið hon verður strokin av. Hav fuglin heilt undir, men lat hann ikki nerta við botnin, tí so brennist hann. Hav hann ikki í tí heita vatninum longur enn 3 min., vend honum á ymsar liðir við sneis. Gongur fjøðurin ikki væl av, tá ið fuglurin verður lagdur á fjøl og strokin við sneisini, er heldur at koyra hann aftur í grýtuna lítla løtu, enn at hava hann ov leingi í fyrstu ferðina.
  5. Fjaðrar o.t. eigur at verða koyrt á brennistøðina til brenningar. Nógvar klagur hava verið, tí fjaðrarnar ofta liggja og rekast við lendingarnar.
  6. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til læknan. Tí góð hjálp er í flestu førum í tøkum heilivági. Men hesir heilivágir kunnu svíkja, so vit eiga ikki bara at líta á teir, men eisini royna sum frægast at verja okkum fyri smittu.

(Leysliga úr bókini hjá H. D. Joensen; sála ” Læknabók á sjógvi og landi bind 2 bls. 543”) 

Upplatingartíðir