Náttúruheilivágur

Náttúruheilivágur inniheldur natúrlig evni í mongdum, sum ikki eru nógv øðrvísi enn tær mongdir, ið eru í náttúruni.

Náttúruheilivágur er vanliga framleiddur úr plantuúrdráttum ella mjølvaðum plantupørtum, og náttúruheilivágur er bara til inntøku gjøgnum munnin, til nýtslu á húðina ella til staðbundna nýtslu á slímhinnurnar, eitt nú sum munnskolivæta.

Í náttúruheilivági kunnu eisini verða latin fyllievni, sum ikki nýtast at koma frá náttúruni, og sum skulu til fyri at kunna framleiða eina tablett, eitt hylki ella annan heilivágsform.

Allur náttúruheilivágur skal góðkennast av heilsumyndugleikunum. Tá ið tað er góðkent, fær náttúruheilivágurin eitt nummar, sum skal standa á etikettini. Á etikettini stendur eisini altíð, at talan er um náttúruheilivág. Harafturat eru upplýsingar um skamt og endamál, og á stendur altíð: ”bør ikke anvendes til børn under 2 år uden lægens anvisning”. Kunningarlepi fylgir eisini við.

Krøv verða stillað til framleiðslu, góðsku, trygd og virknað. Krøvini til trygd og virknað eru grundað á ta vitan, ið finst í yrkisbókum um plantuna, og ikki er neyðugt við ávísum kliniskum kanningum av tí einstøku vøruni. Støðugt eftirlit er við framleiðarunum.

Náttúruheilivágur verður bara góðkendur til viðgerð av mildum sjúkum og sjúkueyðkennum. Neyðugt er at seta seg í samband við læknan, um illgruni er um, at sjúkueyðkennini kunnu benda á eina álvarsama sjúku.

Kann náttúruheilivágur hava nøkur hjáárin?

Øll evni, sum hava árin á likamið, kunnu eisini hava hjáárin, sama um tey koma úr náttúruni, ella um tey eru framleidd. Tey kendu hjáárinini fyri náttúruheilivág standa á kunningarlepanum í pakkanum. Les meira um hjáarin her.

Kann náttúruheilivágur takast saman við øðrum heilivági?

Náttúruheilivágur finst, sum kann skapa trupulleikar, um hann verður tikin saman við øðrum heilivági. Hetta kallast samvirkan og merkir, at virknaðurin av øðrum heiliváginum minkar um ella økir virknaðin á hinum heiliváginum. Les meira um samvirkan her.

Dømi um náttúruheilivág við nógvum samvirkni við annan heilivág er náttúruheilivágur við perikum, ginkgo biloba, hvítleyki og fiskaolju.

Tú kanst spyrja á apotekinum, um tú ert í iva um hjáárin og samvirkan.

Upplatingartíðir