Allarflestu børn uppliva at bløða nasablóð eina ella fleiri ferðir. Nasablóð kann síggja ógvusligt út, serliga um barnið vaknar um náttina við blóði um alt andlitið. Barnið missir kortini lítið blóð, tá ið tað bløðir nasablóð.
Halt um nøsina og gev barninum kalt í munnin, til tit koma til lækna ella á skaðastovuna.
Í flestu førum kemur nasablóð av, at barnið pilkar nøs, ella tí barnið hevur fingið eitt slag á nøsina. Um barnið er sligið á nøsina, og hon sær skeiv út, kann hon vera brotin. Børn og ung bløða vanliga frá nøkrum blóðæðrum í skilavegginum beint innan fyri nasagluggarnar. Æðrarnar liggja beint undir rovuni og fara lættliga upp at bløða – eisini um pilkað verður varisliga.
Hevur barnið bløtt nasablóð eina ferð, skal lítið til, áðrenn sárið aftur stingur upp at bløða. Bløðir barnið støðugt nasablóð, kann gerast neyðugt at etsa sárið. Í tí førinum smyr læknin etsandi evni á bløðandi staðið. Tað letur seg ikki gera, meðan barnið bløðir nasablóð – nasablóðið má fyrst halda uppat.
Tá ið nasablóðið er steðgað, skal barnið vera í friði teir næstu tveir til tríggjar tímarnar. Tað má ikki snýsa sær ella pilka nøs. Fer barnið at baksast ella at gráta, er stórur møguleiki fyri, at barnið aftur fer at bløða nasablóð, og so er neyðugt at fara undir fyrstuhjálpina umaftur.
Bløðir barnið ofta nasablóð ógrundað, er helst ráðiligt at fara til lækna.