17. mars 2022

Apoteksverkið er partur av Vanganum

Fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág

Nú ber til at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág frá Apoteksverkinum á Vanganum. Tú kanst rita inn á Vangan, fara á síðuna hjá Apoteksverkinum og síggja heilivágin hjá tær og tínum børnum, sum er útflýggjaður seinastu 2 árini. Tey, ið fáa tilskot frá Heilsutrygd, kunnu síggja hvat tey rinda av heilivágnum, og hvat tilskotið er. Eisini kunnu tey, sum brúka tænastuna Skamtan, síggja eitt yvirlit yvir tann heilivág, ið verður verður pakkaður.
 
Apoteksverkið avgreiðir á leið 800.000 ordinatiónir av heilivági um árið, og nærum allir føroyingar eru onkuntíð á síni lívsleið kundar hjá Apoteksverkinum. Talgilda apotekið verður eitt ískoyti til tey fimm apotekini kring landið. Posta koyrir eisini heilivág út fyri Apoteksverkið, og hesum pakkum kanst tú eisini fylgja á Vanganum.

Apoteksverkið arbeiðir støðugt við at veita góða kundatænastu. Hvørja viku ringja á leið 1.100 fólk til Apoteksverkið, og nógvir fyrispurningar eru um reseptin er komin á apotekið, og hvat kostnaðurin er. Nú kunnu viðskiftafólk fara inn á Vangan alt samdøgrið og fáa upplýsingar um sín heilivág. Tey sleppa sostatt undan at vitja apotekið ella ringja inn fyri at fáa upplýsingar um reseptir, hvussu nógv er útflýggjað og kostnað. Tú hevur upplýsingarnar við hondina alla tíð.

Apoteksverkið er 11. tænastuveitari, ið er partur av Vanganum, og tann fyrsti, ið veitir heilsudátur. Í Talgildu Føroyum eru vit sera fegin um samstarvið. Hetta er fyrsta stigið á leiðini at geva føroyingum talgildar heilsutænastur. Næsta stig verður at veita nakrar góðar sjálvgreiðslur. Trygdin á Vanganum er í hásæti, og tøknin ger, at tað einans ert tú, ið fært atgongd til tínar persónligu upplýsingar.  

 

Vangin

Vangin er tænasta, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar.

Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari at avgreiða egin viðurskifti.
Vangin fæst sum app til telefon og teldil, so tú altíð hevur tænasturnar við hondina. Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum

Á síðuni hjá Apoteksverkinum sært tú yvirlit yvir tín heilivág. Tú sært eisini viðurskiftini hjá børnum undir 15 ár. Upplýsingarnar vera allatíðina dagførdar, so reseptir síggjast á Vanganum, so skjótt sum Apoteksverkið hevur fingið tær.

Apoteksverkið útflýggjar heilivág fyri læknar, sjúkrahúsverkið, tannlæknar og djóralæknar.

Brúk fyri hjálp? Ring á 1881 ella send teldupost á 1881@talgildu.fo.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir