06. mai 2021

Seinárin eftir krabbamein

Tjaldurs Apotek hevur eina spurnaðarblaðskanning um seinárin eftir krabbamein. Kanningin verður gjørd í samstarvi við granskarar frá Kræftens Bekæmpelse og Københavns Universitet.

Granska verður í um víðkast skal um tænasturnar hjá apotekinum til eisini at fevna um núverandi og fyrrverandi krabbameinssjúklingar, sum hava seinárin eftir krabbamein ella viðgerðina av seinárinum. Tí ynskja vit at kannað um tað er tørvur á slíkum tænastum, og um so er, hvussu vit á bestan hátt kunnu hjálpa.

Kanningin er eitt spurnarblað og er bæði sjálvboðin og dulnevnd. Um tú hevur áhuga í at vera við í kanningini og hjálpa til at menna hesa tænastuna, so kann tú seta teg í samband við apotekið. Ein farmaseutnæmingur hjálpir tær við at fáa atgongd til spurnarblaði um tín tørv á hjálp í mun til seinárin og tíni ynskir til apotekið.

Tú kann eisini svara spurnaðarblaðnum á netinum her:

http://bit.ly/apotekogkræft

Hevur tú seinárin eftir krabbamein, og hevur tú tørv fyri hjálp ella ráðgeving?

Krabbameinsfelagið bjóðar ókeypis ráðgeving til øll, sum eru ávirka av krabbameini. Her kann tú seta spurningar um krabbamein ella fáa ráðgeving og stuðul av serkønum ráðgevum. Tú kanst ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 31 79 59 gerandisdagar frá kl. 13-15. Tú kann eisini ringja til Kræftens Bekæmpelse í Danmark á telefon nummar +45 80 30 10 30 í gerandisdagar frá kl. 9-21 og í vikuskiftinum frá kl. 12-17. Harumframt hava bæði Krabbameinsfelagið og Kræftens Bekæmpelse ein teig á teirra heimasíðu, sum snýr seg sum hjálp og vitan. Her finnur tú eisini kunning um m.a. seinárin.

Krabbameinsfelagið

- Kræftens Bekæmpelse

- Københavns Universitet

 

 

 

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir