Trekur magi er, tá ið opningurin er harður og turrur, og 3 ella fleiri dagar ganga ímillum hvønn opning. Hjá teimum flestu er hetta vandaleyst og kann koma av, at tú hevur fingið ov lítla vætu, etið ov lítið av trevjuríkum mati, ella at tú hevur rørt teg ov lítið.
Hevur tú ikki havt harðan maga áður, og tað heldur á í meira enn ein mánað, eigur tú at fáa tað kannað hjá lækna, tí tað kann tá vera tekin um álvarsama sjúku.
Tú eigur eisini at fara til lækna, um tú hevur hesi skúkueyðkenni:
Í flestum førum eru ráðini einføld, eitt nú at drekka nógv (helst vatn, umleið 2 l um dagin), meira likamlig íðkan ella at eta trevjuríkan kost, sum saman ella hvør sær øll kunnu bøta um støðuna, áðrenn tørvur er á at tosa við lækna. Ein vælvirkandi magi er týdningarmikil fyri okkara vælveru, tí um vit hava trekan maga, gerast vit illa fyri og fáa ringan matarlyst.