19. november 2020

Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur

Í samband við tann europeiska antibiotikadagin hevur WHO valt at varpa ljós á antibiotikamótstøðuføri og á týdningin at nýta antibiotika á rættan hátt

Áðrenn antibiotika bleiv tøkt undir 2. veraldarbardaga doyðu fleiri menniskju av ígerðarsjúkum so sum lungabruna og ígerðum eftir skurðviðgerðum. Síðani antibiotika bleiv nýtt til viðgerð av ígerðarsjúkum, eru fleiri og fleiri bakteriur vorðnar mótstøðuførar. Mótstøðuføri er vaksandi samstundis sum tað verða framleitt færri og færri nýggj sløg av antibiotika. Heimsheilsustovnurin WHO hevur útnevnt antibiotikamótstøðuføri sum ein av størstu hóttanum móti heilsuni hjá mannaættini. 

Antibiotika er heilivágur, ið verður nýttur til at drepa ella tálma bakteriuvøkstur. Antibiotika verður nýtt til fyribyrging ella viðgerð av ígerð. Óskynsom nýtsla av antibiotika hevur við sær, at bakteriur gerast mótstøðuførar. Um bakteriurnar gerast móstøðuførar, megnar antibiotika ikki at basa bakteriunum.

Heimurin stendur í dag yvir fyri eini stórari hóttan frá mótstøðuførum bakterium. Serfrøðingar á økinum meta, at um gongdin heldur áfram, fara vit um nøkur fá áratíggju at koma út í eina sokallaða post-antibiotiska tíð, har ígerðir, sum í dag eru lættar at viðgerða, fara at krevja nógv mannalív. Ein støða líknandi henni áðrenn penicillini bleiv tøkt sum viðgerð undir 2. veraldarbardaga. 

Tú kanst lesa meira her

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir