Samheitaheilivágur

Samheitaheilivágur er heilivágur, sum inniheldur tað sama virkna evnið, men við ymiskum nøvnum. Á donskum er heitið "synonyme lægemidler".

Framleiðari, ið finnur fram til nýggjan heilivág, hevur einarætt upp á heilivágin í 20 ár. Tað er ofta tíðliga í menningini av heiliváginum, at søkt verður um einarætt. Áðrenn heilivágurin nær at verða góðkendur, eru ofta gingin eini 10-12 ár, tí heilivágurin skal roynast í ymiskum fasum. Tí er vanligt, at framleiðarin hevur eini 8-10 ár eftir at vinna peningin innaftur, eftir at heilivágurin er góðkendur til sølu.

Eftir hetta kunnu aðrir framleiðarar framleiða heilivág við sama virkna evni, um teir kunnu vísa myndugleikunum á, at heilivágurin frígevur tað virkna evnið í kroppinum við somu mongd og skjótleika, og at sama árinið sæst hjá sjúklingum við tí ávísu sjúkuni/sjúkueyðkennunum.

Sama góðska er í samheitaheilivági sum í tí upprunaliga. Har skal eisini vísast á tað sama innan bæði ta kemisku og farmaseutisku framleiðsluna, reinleika og haldføri.

Hvat er eitt dømi um samheitaheilivág?

Panodil, Pinex og Pamol eru dømi um samheitaheilivág. Øll sløgini innihalda tað virkna evnið paracetamol, sum er heilivágur fyri pínu, men ymiskir framleiðarar hava givið heiliváginum ymisk nøvn.

Navnið á virkna evninum stendur altíð á pakkanum, hóast framleiðarin hevur givið heiliváginum eitt annað navn. T.d. stendur undir Panodil: Paracetamol 500 mg. Hetta merkir, at í einari tablett av Panodil eru 500 mg av paracetamol. Sama stendur undir Pinex og Pamol: Paracetamol 500 mg. 

Kann útsjónd og navn vera ymiskt?

Samheitaheilivágur hevur ymisk nøvn, og honum nýtist heldur ikki at hava somu útsjónd. T.d. kunnu tablettirnar hava ymisk snið ella ymiskan lit, men sami heilivágur kann eisini finnast í tablettum og í hylkum. Skal tað kunna umbýtast, er kravið, at tað ikki er neyðugt við meira vegleiðing til brúkaran enn upprunaliga.

Hóast ymisk nøvn og útsjónd hevur samheitaheilivágur somu dygd. Virknaðurin og innihaldið er tað sama. Hetta er eitt lógarkrav.

Hvat avgerðir prísin?

Ymiskir framleiðarar seta ymiskar prísir á heilivágin, teir selja. Hetta er júst tað sama, sum framleiðarar av øðrum vørum gera við sínar vørur.

Hóast prísirnir eru ymiskir, er ikki munur á góðskuni á heiliváginum. Allur heilivágur, sum verður seldur í Føroyum, skal góðkennast og er undir strongum eftirliti.

Kappingin innan heilivág er hørð. 14. hvønn dag eru prísbroytingar. Hetta ger, at sami framleiðari ikki altíð hevur lægsta prís.

Bæði kundin og heilsutrygd kunnu spara pening, um bíligasti heilivágurin altíð verður keyptur.

Hví fái eg útflýggjað bíligasta heilivágin?

Apotekini hava sambært Kunngerð nr. 52 um forskriftir og forskriftaskyldu kapittul 4, skyldu til at útflýggja bíligasta samheitaheilivágin, ið læknin hevur skrivað á reseptina. Á donskum verður hetta nevnt "generisk substitution".

Apotekið hevur ikki skyldu at útflýggja bíligasta heilivágin, um læknin týðiliga hevur viðmerkt á reseptina, at heilivágurin ikki skal umbýtast.

Kundin hevur eisini møguleika at velja einhvønn heilivág innan bólkin av samheitaheilivági, bara kundin sjálvur rindar prísmunin millum tann ávikavist bíligasta og tann útflýggjaða heilivágin.

Tað er heldur ikki krav, at apotekið útflýggjar tann bíligasta hondkeypsheilivágin, ið verður seldur uttan resept.

Hvat er paralellinnfluttur heilivágur?

Paralellinnfluttur heilivágur er upprunaheilivágur, sum longu er góðkendur við einum marknaðarloyvi frá heilsumyndugleikunum í Danmark, men verður fluttur inn frá einum øðrum ES/EBS-landi uttan um tær avtalur, ið upprunaframleiðarin hevur. Upprunaheilivágurin verður tí keyptur frá einari góðkendari heilsølu í útlandinum.

Pakkarnir hava ofta ásettar etikettir við donskum teksti, ella er heilivágurin umpakkaður í eini danskari eskju. Í nøkrum førum er munur á, so sum litevni ella útsjónd, millum tann paralellinnflutta heilivágin og upprunaheilivágin. Í tí føri skal tað viðmerkjast á eskjuna. Tann paralellinnflutti heilivágurin er ofta bíligari. Donsku heilsumyndugleikarnir góðkenna tey ávísu virkini og heilivágin, talan er um.

Upplatingartíðir