Heilivágur til seyð

Í talvuni niðanfyri ber til at síggja, hvønn heilivág seyður skal hava, og nær ymsu sløgini av heilivági eru best at nýta. Eisini ber til at síggja, hvør heilivágur fæst í handkeypi, og hvør heilivágur bert kann útvegast við djóralæknaforskrift. Heilivágur, sum verður givin um várið og um heystið, er útgreinaður niðanfyri. Niðast á síðuni er eitt yvirlit, sum kann takast niður.

Heilivágur til seyð á vári

Apríl: 2-8 vikur undan lembing

Covexin® 10
Allar ær, sum lemba, skulu hava heilivág fyri blóðsótt og bráðsótt. Hesin heilivágur virkar við at immunisera ólembda lambið fyri ymiskum sjúkum. Heilivágurin fæst í handkeypi og eitur Covexin® 10. 

Blóðsótt er ein smittandi sjúka í vilum og gørnum við lívsýki og bløðing, ein blóðsjúka.

Bráðsótt er ein bráðsjúka við bruna í vinstrini

Ær, sum ikki fyrr eru koppsettar, skulu koppsetast 2 ferðir við í minsta lagi 4-6 vikum ímillum hvørja ferð. Ær, sum eru koppsettar, skulu koppsetast ímillum 8 og 2 vikur undan lembing.

Skamtur: 1 ml at spræna undir skinnið aftan fyri herðablaðið.

  • Skal goymast kalt (2-8ºC).
  • Skal ristast væl. 
  • Heldur sær bert í 8 tímar, eftir at ílatið er ásett.

Sproyta:

  • Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153
  • Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat. no. 530062

Nál: 1,1*25 mm

Mai: Minst 2 vikur eftir lembing

Covexin® 10
Nýlembd lomb undan óm, ið ikki eru koppsettar við Covexin® 10, kunnu koppsetast 2 vikur eftir lembing (skulu vera minst 2 vikur). Sí meira undir Apríl.

ENDOSPEC SC® 10%
Allar ær, sum lemba, skulu hava heilivág fyri rundormi í vinstrum, vilum og lungum og fyri bendilormi. Hesin heilivágur eitur ENDOSPEC SC 10% miksturur og er upp á forskrift.

Skamtur: Neyvt 1 ml fyri hvørji 20 kg livandi vekt.

  • Seyðurin má ikki drepast til fólkamat fyrr enn 30 samdøgur eftir viðgerð við ENDOSPEC SC® 10%. 
  • Heilivágurin skal ristast væl.
  • Verður givin sum miksturur, tvs. í munnin.

Sproyta:

  • Sproyta Fasinex 100, 8 ml, Novartis
  • Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no.532420
  • Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no. 440097
  • Sproyta til seyð Combinex Drench Gun 15 ml cat. nr. YA0708
  • Sproyta 15ml. Drench Gun Novartis

NOROMECTIN VET
Møgulig viðgerð fyri ormi í vinstrum, vilum og lungum, lýs og skrubb. Heilivágurin er upp á forskrift.

Skamtur: 1 ml pr 50 kg – ella eftir leiðbeining frá djóralækna at spræna undir skinnið framman fyri herðablaðið.

Sproyta:

  • Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153
  • Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat. No. 530062

Nál: 1,1*25 mm

CALCIJECT® CMD - 5 
Møgulig viðgerð fyri mjólkafepur. Ær kunnu fáa mjólkafepur 1-2 mánaðir fyri lembing og til stutt eftir lembing. Orsøkin er, at innihaldið av kalcium í blóðinum verður ov lítið. Mjólkafepurin vísir seg við, at ærin verður lin, vøddarnir lammast, og ærin sleppur ikki á føtur. Kropshitin verður ov lágur. Verður ærin ikki viðgjørd, doyr hon. Heilivágurin fæst í handkeypi.


Skamtur: 30 – 40 ml í stóra einnýtissproytu, sum verður sprænt inn undir skinnið framman fyri herðablaðið.

Nál: 1,1*25 mm

Heilivágur til seyð á heysti

Skurðfjall og klipping

Covexin® 10
Øll sleppingarlomb og brundlomb skulu koppsetast fyri blóð- og bráðsótt við Covexin® 10, sum er at fáa í handkeypi. Sí meira undir Apríl.

GUDAIR® - garnasótt
Øll sleppingarlomb og brundlomb skulu koppsetast fyri garnasótt, sum er at fáa í handkeypi.

Skamtur: 1 ml at spræna undir skinnið á miðjari høgru síðu.

  • Heilivágurin skal ristast sera væl og goymast kalt.

Orsøkin til garnasótt er bakterian Mykobakterium paratuberkulosis: Seyðurin fær kroniskan bruna í viljarovuni. Hann missir holdini, sum frá líður, men annars er lítið at síggja til, at hann er sjúkur. Eingin viðgerð er, men sjúkan er ikki so vanlig, tí størsti parturin av seyðinum verður koppsettur.

Allur hagaseyður

COMBINEX ® MIKSTUR 
Allur hagaseyður skal viðgerast fyri iglar og rundormar í vinstrum, gørnum og lungum við COMBINEX ® MIKSTUR. Hesin heilivágur er upp á forskrift.

Skamtur: 2 ml fyri hvørji 10 kg livandi vekt.

  • Heilivágurin skal ristast væl.
  • Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no.532420
  • Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no. 440097
  • Sproyta til seyð Combinex Drench Gun 15 ml cat. nr. YA0708
  • Sproyta 15 ml. Drench Gun Novartis

CROVECT ® POUR ON
Allur hagaseyður skal eisini viðgerast fyri førilýs og smáar lýs við CROVECT ® POUR ON. Hesin heilivágur er upp á forskrift.

Skamtur (eftir livandi vekt):

  • Upp til 20 kg – 5 ml
  • 21-40 kg – 10 ml
  • 41-60 kg – 15 ml
  • Meir enn 60 kg – 20 ml

Lat skamtin á skinnið mitt eftir bakinum úr nakkanum aftur á hárógvuna.

Afturhaldstíð til dráp: 15 samdøgur

NOROMECTIN VET
Møgulig viðgerð fyri ormi í vinstrum, vilum og lungum, lýs og skrubb. Heilivágurin er upp á forskrift. Sí meira undir Mai.

Yvirlit yvir árstíðir

Árstíð Seyður at viðgera Viðgerð fyri Tilbúningar Skamtur Útfl.

Apríl
2-8 vikur undan lembing

Allar ær, sum lemba

Blóðsótt og bráðsótt

Ger ólembda lambið immunt gjøgnum rámjólkina

Covexin® 10 inj.

1 ml

H

Allar ær, sum lemba

Orm í vinstur, vilum og lungum

Endospec SC ® miksturur

1 ml pr. 20 kg

R

Allar ær, sum lemba

Orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb

Noromectin ® inj.

1 ml

R

Mai
Minst 2 vikur eftir lembing

Nýlembd lomb undan óm, ið ikki eru koppsett við Covexin® 10

Koppsetast minst  2 vikur aftan á lembing

Blóðsótt

Covexin® 10 inj.

1 ml

H

4-8 vikur eftir lembing

4-8 vikur gomul lomb

Beinveikleiki (D-vitamintrot)

Vitamin D3 vet. oralur loysingur

5 ml

H

Ær

Mjólkafepur

Calciject ® CMD-5 inj.

30-40 ml

H

Juli
Áseyðaroyting

Øll lomb

Bráðsótt

Covexin® 10 inj.

1 ml

H

Allur hagaseyður

Orm í vinstur, vilum og lungum

Endospec SC ® miksturur

1 ml pr. 20 kg

R

Allur hagaseyður

Orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb

Noromectin ® inj.

1 ml pr. 50 kg

R

Okt. - nov.
Skurðfjall og klipping

Sleppingarlomb og brundlomb

Blóðsótt og bráðsótt

Covexin ® 10 inj.

1 ml

H

Sleppingarlomb og brundlomb

Garnasótt

Koppingarevni fyri garnasótt

1 ml

H

Allur hagaseyður

Iglar og orm í vinstur og vilum

Combinex ® miksturur

2 ml pr. 10 kg

R

Allur hagaseyður

Smáar lýs og førilýs

CROVECT ® pour on

ca. 15 ml pr. seyð

R

Allur hagaseyður

Orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb

Noromectin ® inj.

1 ml

R

Nov. - des.

Ær

Beinveikleiki (D-vitamintrot)

Vitamin D3 vet. oralur loysingur

5 ml í nov. og

5 ml í des.

H

Um jóltíðir

Allir seyðahundar

Bendilorm

Milbemax

(0,5mg+5mg)/kg

R

H = Fæst í handkeypi · R = Kann bert útvegast við djóralæknaforskrift

Yvirlit yvir heilivág til seyð

Upplatingartíðir