Rokna títt BMI

BMI stendur fyri Body Mass Index og er eitt mát fyri, hvussu nógvur fiti er í kroppinum, mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er bara galdandi fyri vaksin, bæði kvinnur og menn. BMI-talið verður roknað á henda hátt: 

  • BMI = Vekt (kg) / (hædd (m) x hædd (m))

Dømi: Tú ert 175 cm høg/ur og vigar 60 kg.

  • BMI = 60 / (1,75x1,75) = 19,6

Tú kanst eisini rokna títt BMI her.

BMI tabel

BMI

undir 18,5

Vigar í minna lagi

BMI

18,5 - 25

Vektin er í lagi

BMI

25 - 30

Vigar í meira lagi

BMI

yvir 30

Feit/ur

Um títt BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv. Tað merkir kortini ikki, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk við stórum vøddum ella tungari beinagrind kunnu hava høgt BMI uttan at vera ov feit. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er oman fyri 25. 

Nýggjari kanningar benda kortini á, at hesi tøl kundu verið sett hægri, tí fólk við einum BMI í ovara endanum av markinum “vektin er í lagi” liva longur, men enn hava heilsumyndugleikarnir ikki alment broytt teirra viðmælingar.

Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum føri er týdningarmikið at økja vektina við sunnum kosti og rørslu.

 

Hvørjar avleiðingar eru av fiti?

Vigar tú ov nógv, økist váðin fyri sjúku, t.d. sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Um títt BMI er oman fyri 30, er tað serliga týdningarmikið, at tú gert nakað við støðuna.

Eisini fáa fleiri, sum viga ov nógv, trupulleikar við ryggi og knøum. Somuleiðis fáa mong kensluna av tvørrandi sjálvsáliti.

Hvør er orsøkin til ovurfiti?

Likam okkara hevur feittgoymslur, sum eru neyðugar fyri, at likamið kann virka, sum tað skal. Um feittgoymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur.

Feittgoymslurnar gerast ov stórar, um tú tekur meira orku inn, enn tú brennir. Við øðrum orðum: Feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørir seg ov lítið.

Ovurfiti kann arvast; men lívshátturin er kortini sera avgerandi fyri, um tú gerst feit/ur.

Hvat kann eg gera?

Fiti kanst tú sjálv/ur bæði fyribyrgja og viðgera. Tað ræður um, at orkan, sum fæst gjøgnum mat og drekka, ikki er størri enn tann orkan, sum verður nýtt til rørslu.

Minni orka gjøgnum mat og drekka og meira orka til rørslu ger, at tú lætnar.

Hetta ljóðar einfalt, men fyri fleiri er kortini sera torført at klænka seg. Neyðugt er at broyta lívshátt, um tú ert ov feit/ur og vil fáa røttu vektina.

Góð ráð, um títt BMI er ov høgt

  • Avmarka feittið í matinum. Her er serliga talan um ost, smør, margarin, feitan kjøtviðskera og feitar kjøtrættir. Tær nýtist ikki heilt at lata vera við at eta henda mat, men bara at eta minni av honum
  • Et ístaðin frukt, grønmeti og kornúrdrátt
  • Brenn eitt sindur av orku hvønn dag. Gakk t.d. til og frá arbeiðinum/skúlanum og gakk túrar í frítíðini. Tað verður viðmælt at ganga, renna ella røra seg í minsta lagi ½ tíma um dagin
  • Et minni av sukri og góðgæti og drekk ikki nógv sodavatn og rúsdrekka. Tey geva nógva orku, men metta ikki
Upplatingartíðir