Góðskugóðkenning

Í Apoteksverkinum er góðskan sett í hásæti, bæði tá ið tað kemur til framleiðslu, kunning og sølu av heilivági. 

Sum brúkari er tað næstan ómøguligt at meta um góðskuna av heiliváginum, sum tú keypir. Tí seta myndugleikarnir krøv til góðskuna av framleidda heiliváginum sambært heilivágslógini og tilhoyrandi kunngerðum.

Heilivágsframleiðslan í Føroyum skal fylgja EU GMP/GDP leiðreglunum, ið eru sera strong framleiðslukrøv, sum verða sett til allar altjóða heilivágsfyritøkur. Hetta er fyri at tryggja, at heilivágurin verður framleiddur við somu høgu góðsku hvørja ferð og er tryggur fyri brúkaran at nýta. Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum sum fyritøka, at brúkarin kennir seg tryggan, tá ið hann keypir heilivág, sum er framleiddur í Føroyum.

Apoteksverkið hevur eisini valt, at ISO9001 góðkenna apotekini kring landið. ISO9001 er ein góðskuleiðsluskipan, ið oftast verður brúkt innan handilsvirksemi. Apotekini vilja tryggja, at tann fakliga ráðgevingin er á høgum støði, og at handfaringin av vøruni hvat viðvíkur goymslu, sølu og útbreiðslu er góðskutryggja. ISO er ein sjálvboðin stovnur og er harvið ikki eitt myndugleikakrav.

Les meira um GMP/GDP góðskuskipanina

EU GMP/GDP (Good Manufacturing Practices/Good Distribution Practices) leiðreglurnar eru myndugleikakrøv, ið eru ásett í heilivágslógini og tilhoyrandi kunngerðum. Tað er umsjónarfólk frá danska Lægemiddelstyrelsen, ið kemur út at skoða og góðkenna Framleiðsluapotekið sambært EU GMP/GDP leiðreglunum. Í minsta lagi 3. hvørt ár skal øll skipanin góðkennast fyri at varðveita GMP góðkenningina.

Góðkenning setur høg krøv til góðskuskipanina viðvíkjandi góðskutrygging, góðskueftirliti, skjalfesting, starvsfólki og bygnaði. Eisini verða høg krøv sett til sjálva framleiðsluna, framleiðsluhølini, útgerð, reinføri og mannagongdir.

Framleiðsluhølini verða flokkað eftir, hvat verður framleitt í teimum, og tey skulu lúka krøv viðvíkjandi luftgóðsku, lufttrýsti, luftskifti og reinføri. Útgerðin skal vera løtt at reingerða og eftirkanna fyri at tryggja, at hon virkar sum hon skal. Mannagongdir skulu verða skrivaðar til allar arbeiðsgongdir. Starvsfólkini skulu verða skikkað til starvið tey útføra, tey skulu hava neyðugu útbúgvingina og eftirútbúgvingina og kravda skjalfesta upplæring.

Framleiðsluapotekið fremur innanhýsis skoðan av GMP/GDP góðskuskipanini fleiri ferðir um árið eftir eini fastari mannagongd. Leiðslan eftirmetir alla góðskuskipanina eina ferð um árið.

Les meira um ISO góðskuleiðsluskipanina

ISO9001:2015 er ein altjóða góðkenning, ið tryggjar, at leiðslan arbeiðir á ein skipaðan og skilagóðan hátt, soleiðis at endamálið kann røkkast.

Beinleiðis krøv eru til støðuga menning av skipanini, mál skulu setast, og javnan skal eftirmetast, um málini eru rokkin ella ikki. Eru tey ikki rokkin, skulu átøk setast í verk, til málini aftur eru rokkin.

Eina ferð um árið eftirmetir leiðslan alla skipanina. Mett verður um møguligar veikleikar, styrkir, tilfeingi, góðkendar veitarar o.l.

Øll skipanin verður javnan skoðað av innanhýsis skoðarum, og eina ferð um árið kemur uttanhýsis skoðari frá DS Certificering/DNV, sum gjøgnumgongur skipanina.

3. hvørt ár skal øll skipanin góðkennast av nýggjum av DS Certificering/DNV fyri at varðveita ISO9001 góðkenningina.

Góðkenningar

Eysturoyar Apotek fekk fyrstu ferð altjóða ISO9001 góðkenning í 2007, Tjaldurs Apotek í 2008 og bæði Norðoya Apotek og Suðuroyar Apotek í 2014. Í 2018 fekk Apotekið í Steinatúni eisini altjóða ISO9001 góðkenning.

Framleiðsluapotekið, heilivágsfóðurframleiðslan til alivinnuna fekk EU GMP/GDP góðkenning í 2003 og humana heilivágsframleiðslan bleiv góðkend í 2016.

Sí galdandi góðkenningar niðanfyri.

Upplatingartíðir