At leggja av at roykja

Tað ber til at leggja av at roykja uttan heilivág ella aðra hjálp. Men kanningar vísa, at útlitini fyri, at roykisteðgurin varir við, eru væl størri, um tú tekur av onkrum tilboði um leiðbeining og stuðli til roykisteðgin, møguliga saman við nikotinheilivági.

Fyrireiking hevur stóran týdning

Tað hevur stóran týdning, at tú gevur tær stundir til eina fyrireikingartíð umleið 2-3 vikur áðrenn sjálvan roykisteðgin.

  • Vel eitt tíðarskeið til fyrireikingartíðina, har tú ikki hevur krevjandi uppgávur og ikki skal í veitslu ella skal til onnur tiltøk, har tú plagar at roykja í hugnaligari samveru
  • Vel ein ávísan dag (set dagfesting á), tá tú hevur avgjørt, at nú hevur tú roykt seinastu sigarettina
  • Nevn dagfestingina fyri øllum teimum, ið dagliga eru saman við tær, so tey kunnu stuðla tær, soleiðis at tað ikki verður so lætt hjá tær at bera teg undan avgerðini, tá dagurin nærkast
  • Tá tú hevur lagt av, koma tað ivaleyst ymiskar støður, har tú serliga freistast til at roykja. Tí er tað av stórum týdningi, at tú longu í fyrireikingartíðini hugsar, nær og hvar freistingarnar eru, og hvussu tú kanst broyta teir roykivanar, tú hevur júst nú

Hvussu kann eg fyrireika meg?

  1. Er fyrsta sigarettin um morgunin tann besta á degnum? Royn í fyrireikingartíðini at leggja alt, tú plagar at gera, annaleiðis til rættis, soleiðis at tú ikki fært stundir at roykja, áðrenn tú fert til arbeiðis.
  2. Dámar tær væl at roykja, meðan tú tosar í telefon? Tak ein penn/blýant í hondina í staðin fyri sigarettina, meðan tú tosar.
  3. Plagar tú at roykja saman við starvsfeløgum í kaffisteðginum? Ver meira saman við teimum starvsfeløgunum, sum ikki roykja í staðin.
  4. Dámar tær væl eina sigarett aftur við einum kaffimunni? Drekk vatn ella okkurt annað í staðin, sum tú ikki vanliga plagar at drekka aftur við sigarettini.
  5. Dámar tær væl at roykja oman á døgurða/nátturða? Skunda tær frá borðinum, tá tú hevur etið. Vaska upp ella spáka tær ein túr í staðin.

Nikotin-heilivágur

Plástur

Tá tú nýtir nikotin-plástur, verður nikotinið upptikið gjøgnum húðina. Síðani fer nikotinið í blóðið. Plástrið skal setast á húðina einaferð um dagin – um morgunin. Mælt verður til, at húðin er turr og rein, og at ikki ov nógv hár eru á økinum. Vanligt er t.d at seta plástrið á mjødnina ella ovarliga á arminum. Plástrið skal skiftast hvønn dag, og best er, um tú setur plástrið eitt annað stað á kroppinum, tá tú skiftir, soleiðis at húðin ikki verður ørkymlað. Tá tú nýtir nikotin-plástur, fært tú eina javna mongd av nikotini allan dagin. Um hungurin eftir nikotini ikki verður nøktaður við plástrinum, ber til at nýta aðrar tilbúningar saman við plástrinum, tá hungurin er størstur. Plástrini finnast í ymsum styrkjum og bæði sum dag- og samdøgursplástur, alt eftir nær trongdin serliga er.

Tyggigummi

Tá tú nýtir nikotin-tyggigummi, verður nikotinið upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum og fer síðani út í blóðið. Um tú tyggir á vanligan hátt, verður alt nikotinið leysgivið í senn, og trupult verður hjá kroppinum at upptaka nikotinið, um tú tyggir uttan íhald. Vandi er eisini fyri, at tú fert at hista, fær ilt í hálsin ella ilt í búkin, um ov nógv nikotin verður leysgivið í senn. Tí skal nikotin-tyggigummið tyggjast á ein serligan hátt. Tú skalt tyggja spakuliga, til tú kennir sterka nikotinsmakkin í munninum. Síðani leggur tú tyggigummið undir tunguna ella í munnklovan, til sterki smakkurin er burtur. Síðani kanst tú aftur tyggja, til sterki smakkurin kennist í munninum. So skalt tú aftur leggja tyggigummið í munnklovan ella undir tunguna, til smakkurin er burtur. Tá tú hevur gjørt hetta í 20-30 min., er alt nikotinið farið úr tyggigumminum, sum síðani skal tveitast burtur.

Nikotin tyggigummini hava ymsa styrki og finnast við ymiskum smakkum.

Innhalator

Innhalator er eitt rør av plastikki. Smáir proppar við nikotini í verða settir í innhalatorin, og so verður sogið úr innhalatorinum á sama hátt, sum tá tú roykir eina sigarett. Tó verður nikotinið upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum, tá tú nýtir innhalatorin, í staðin fyri at fara niður í lunguni. Í einum proppi er nikotin til 20 min. Til ber at súgva fleiri ferðir, eins og tá tú roykir eina sigarett. Til dømis 4 ferðir við 5 minuttum ímillum.

Nasapístr

Nasapístrið er ætlað teimum, ið roykja nógvar sigarettir dagliga. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í nøsini. Tú tekur eitt pístr eftir tørvi. Tað er týdningarmikið, at tú ikki svølgir, ímeðan tú nýtir nasapístrið. Fyrstu dagarnar kanst tú kenna sviða og eyman háls.

Resoriblett

Ein resoriblett er ein lítil tablett, sum tú leggur undir tunguna, har hon verður upployst í 20 – 30 minuttir. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum. Ein resoriblett má hvørki tyggjast ella súgvast.

Súgvitablett

Tú skalt súgva tablettina, til tú kennir ein sterkan smakk, so skalt tú leggja súgvitablettina í munnklovan, til smakkurin er horvin. Síðani sýgur tú aftur, til tú kennir sterka smakkin, og so leggur tú súgvitablettina aftur í munnklovan. Soleiðis gert tú í umleið 30 minuttir, til súgvitablettin er upployst, og nikotinið er leysgivið. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum.

Munnholupístr

Tú sprænir eitt pístr í munnin millum kjálkan og tenninar eftir tørvi. Tú skalt spræna aðru hvørja ferð í ávikavist høgra og vinstra kjálka og lata vætuna vera so leingi í munninum sum gjørligt. Tí verður mælt til at svølgja væl og virðiliga, áðrenn tú sprænir vætuna í munnin. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum. Tað er týdningarmikið, at tú ikki drekkur kaffi, juice ella sodavatn o.a. 15 minuttir, áðrenn tú nýtir munnholupístrið, tí hetta minkar um upptøkuna av nikotininum.

Aðrir møguleikar

Forskriftaheilivágur: Tað finst eisini heilivágur á forskrift, ið kann hjálpa tær við at gevast við at roykja. Tosa við læknan um hetta.

E-sigarettir: E-sigarettin er ein elektronisk sigarett, ið inniheldur eina vætu við nikotini og ymsum smakkievnum. Vætan verður upphitað og verður til damp, ið verður andaður inn. Á henda hátt kennist tað sum at roykja eina sigarett. Elektroniskar sigarettir við nikotini í eru ólógligar. Nikotin er skrásett sum heilivágur, og tískil skulu tey, ið innflyta og selja e-sigarettir við nikotini í, fylgja somu mannagongdum og krøvum, sum eru til heilivág annars og søkja um góðkenning til at framleiða hesa vøru. Enn hevur ongin framleiðari søkt um hesa góðkenning, tískil er onki støðugt eftirlit við trygdini, góðskuni og virknaðinum av teimum elektronisku sigarettunum.

Abstinensir

Í fyrireikingartíðini er tað eisini gagnligt at kunna seg um, hvørji evni eru í tubbaksroykinum, og hví vit verða bundin av at roykja:

Í tubbaksroyki eru uml. 4000 ymisk evni. Av teimum eru umleið 50 krabbameinselvandi. Tey 3 evnini, ið skaða kroppin mest, eru:

  • Kolilta
  • Tjøra
  • Nikotin

Kolilta er eitt slag av gassi, ið bindur seg til reyðu blóðlikamini, tá ið tú roykir. Reyðu blóðlikamini flyta súrevni (oxygen) runt í kroppinum. Tá so koliltan setur seg á reyðu blóðlikamini, megna tey ikki at flyta neyðugu mongdina av oxygeni runt í kroppinum. Serliga verður konditiónin verri, tí ov lítið av oxygeni verður flutt til kyknurnar í vøddunum.

Tjøra verður framleidd, tá tubbak verður brent. Tjøran er ein brúnlig evja, ið setur seg í lunguni og í filtrini í lungnaøkinum. Hvussu nógv tjøra setur seg í lunguni veldst um, hvussu nógv tú roykir, um tú andar roykin niður í lunguni og hvat slag av sigarettum, tú roykir. Tjøran inniheldur tey flestu av teimum 4000 evnunum, ið eru í tubbaksroykinum - eisini tey evnini, ið kunnu elva til krabbamein.

Nikotin er eitt litleyst flótandi evni, ið virkar stimbrandi. Bert lítla løtu eftir, at nikotinið er komið inn í blóðrenslið, fer tað upp í heilan og troðkar seg inn til tað staðið, har impulsir verða fluttir millum nervakyknurnar. Heilin gevur rúmd fyri nikotininum og venur seg við at fáa nikotin frá tubbaksroykinum. Tá tú leggur av at roykja, fær heilin ikki longur nikotinið, sum hann hevur vant seg við at fáa, og tað eru tóm pláss í nervakyknunum, har nikotinið áður var. Hetta elvir til, at tú fært abstinensir. Tú følir teg ikki væl, tað kennist, sum tú hevur fingið krím. Tú hevur ongan frið á tær og hevur ikki bindindi til tað, tú vanliga fæst við. Tíbetur minka abstinensirnar, sum tíðin gongur. Eisini ber til at fáa heilivág, ið inniheldur nikotin, sum kann hjálpa tær fyrstu tíðina eftir roykisteðgin.

Legg tær í geyma

Tað er alneyðugt at leggja sær í geyma, at hesin heilivágurin ikki einsamallur ger, at tú leggur av at roykja, men at hann saman við fyrireikingartíðini og tíni avgerð um at leggja av at roykja kann vera eitt týdningamikið stig á leiðini.

Hóast tú fært minni nikotin, tá tú tekur heilivág, enn tá tú roykir, ert tú enn bundin av nikotininum. Tí verður mælt til, at tú bert nýtir heilivágin eina stutta tíð. Helst ikki meira enn 3-12 mánaðir eftir roykisteðgin, tað veldst um hvønn tilbúning, tú hevur valt at nýta. Tá tú skalt minka um nýstluna av nikotin-heiliváginum, kanst tú lesa í kunningarlepanum, hvussu tú bert teg at.

Tú ert vælkomin at fáa leiðbeining og stuðul á apotekinum. Har eru serútbúgvin starvsfólk, ið fegin vegleiða teg og stuðla tær. Sum annar heilivágur kann nikotin-heilivágur hava hjáárin. Les kunningarlepan ella kom á apotekið og fá vegleiðing um hetta.

Gev gætur

  • Stutt eftir roykisteðgin, kanst tú fara at hosta meira, enn tú plagar, men hetta er eitt gott tekin, tí hetta vísir, at smáu bivhárini í lungunum aftur eru virkin, og at slímið, sum áður hevði samlað seg orsakað av roykingini, loysnar
  • Nikotin ávirkar tarmskipanina. Aftan á roykisteðgin kann umskiftið elva til, at tú fært leyst lív. Hetta varir bert eina stutta tíð, so virkar tarmskipanin sum áður
  • Stoffskiftið hevur eisini verið ávirkað av nikotininum og lækkar eftir roykisteðgin. Tú ert í vanda fyri at fitna eini 3-6 kilo fyrstu tíðina eftir roykisteðgin. Men um tú ansar eftir vektini og rørir teg umleið 1/2 tíma hvønn dag, er hetta ikki nakar trupulleiki

Nýtt frá Eysturoyar Apoteki

Eysturoyar Apotek bjóðar síðani 2019 roykisteðgskeið - ring ella skriva og hoyr nærri.

Kunning um samband sæst her.

Upplatingartíðir