Nógv hava tørv á fleiri sløgum av heilivági samstundis. Tá ið ymisk sløg av heilivági verða tikin samstundis, kunnu tey ávirka virknaðin hjá hvør øðrum. Tey kunnu ávikavist økja ella minka um virknaðin hvør hjá øðrum. Samstundis kann matur og drekka eisini ávirka, hvussu likamið upptekur heilivágin. Hetta kallast samvirkan.
Nógvur heilivágur verður brotin niður í livrini. Í livrini eru nøkur sonevnd enzymir, ið hjálpa til at bróta niður heilivágin. Summi sløg av heilivági minka um virknaðin av hesum enzymum. Verða tílík sløg av heilivági tikin samstundis, kann tað gera, at tann eini heilivágurin ikki verður brotin niður. Heilivágsmongdin í kroppinum økist tískil sammett við, um heilivágurin varð tikin einsamallur. Úrslitið er, at tað kann økja um og leingja virknaðin av heiliváginum.
Harafturímóti kunnu nøkur sløg av heilivági økja um virknaðin av enzymunum. Tískil verður heilivágurin niðurbrotin skjótari, og ynskti virknaðurin fæst ikki.
Tey sløg av heilivági, sum ikki verða brotin niður í livrini, fara ofta óbroytt út gjøgnum nýrini. Í onkrum førum kunnu tvey sløg av heilivági kappast um hetta plássið. Tískil kann heilivágsmongdin í kroppinum økjast, sammett við um heilivágurin varð tikin einsamallur.
Tí er tað týdningarmikið, at læknin kennir allan heilivág, ið tú tekur – eisini handkeyps- og nátturuheilivág.
Inntøka av heilivági saman við mati og drekka kann eisini elva til samvirkan. Vatn økir um skjótleikan av ferðingini av heilivági ígjøgnum magan. Tí verður heilivágurin upptikin skjótari í kroppinum við vatni enn uttan.
Matur kann verja magan, og tí verður ofta viðmælt at taka heilivág, ið kann vera harður ímóti maganum, saman við mati, eitt nú ibuprofen - eitt slag av pínulinnandi heilivági.
Summi sløg av heilivági skulu takast saman við mati, fyri at upptøkan gerst betri, t.d. malariaheilivágurin Malarone (atovaquon/proguanil). Hesin heilivágurin skal takast saman við einari feittríkari máltíð, tí feittið ger, at heilivágurin verður betur upptikin í kroppinum. Harafturímóti er annar heilivágur, ið ikki skal takast saman við mati, tí annars verður virknaðurin vánaligur, t.d. antiobiotikaið Dicillin (dicloxacillin). Her verður viðmælt, at tað skal takast antin 1 tíma fyrr ella 2 tímar eftir eina máltíð.
Annað, ið kann tarna upptøkuna av heilivági, er, um heilivágurin bindur seg til ávíst í føðsluni. Her kann nevnast antibiotika tetracyklin, sum kann binda seg til kálk. Tískil skulu t.d. matvørur úr mjólk takast forskotið við tetracyklin.
Grapefruktdjús skal ikki drekkast í stórum mongdum saman við kolesterol-lækkandi heiliváginum simvastatin, tí her forðar grapefruktdjús fyri, at simvastatin verður niðurbrotið orsakað av teimum áðurnevndu enzymunum.
Hetta eru bert nøkur dømi um samvirkan millum mat og heilivág. Tað finnast fleiri sløg av heilivági, sum verða ávirkað av mati og drekka.
Tað finnast fleiri heimasíður, har meira vitan finst um samvirkan millum heilivág, ið ein tekur. Á www.min.medicin.dk kann lesast, um tað er nakar heilivágur, har tað er neyðugt at taka atlit til, um heilivágurin skal takast samstundis. Á www.indlaegsseddel.dk sæst eisini, um tað er neyðugt at taka atlit til inntøku av mati og drekka.
Ein annar máti at finna út av, um møgulig samvirkan er, er við at nýta heimasíðuna www.medicinkombination.dk. Hetta er ein heimasíða, sum er gjørd av donsku heilsumyndugleikunum. Her kann man bæði skriva ein einkultan heilivág og finna, hvat tann heilivágurin samvirkar við, ella kann man skriva tey ymisku sløgini av heilivági, sum man fær fyri at finna útav, um neyðugt er at taka ávís atlit. Fyri uttan heilivág er eisini náttúruheilivágur, sterkar vitaminir, sterk mineralir og einkult sløg av føðslu at finna á hesi heimasíðu. Hetta er sjálvandi ein vegleiðandi heimasíðu, sum ikki altíð gevur eitt fullfíggjað svar. Minst tí til altíð at tosa við læknan ella apotekið, um tú hevur spurningar, ella ert ørkymlað/ur um ymiskar samansetingar av heilivági. Finnur tú samvirkan fyri tína samanseting av heilivági, er neyðugt at tosa við læknan ella apotekið. Tað kann vera ein góð orsøk til, at akkurát tú skal taka ta ávísu samansetingina.