Skamtan

Skamtan er ein tænasta, sum apotekið veitir. Í skamtan verður tín heilivágur pakkaður í smáar posar. Hvør posi er til ásetta tíð, sum t.d. á morgni, døgurða og kvøldi. Posarnir hanga saman í eini rullu í tí raðfylgju, sum teir skulu takast, og hvør rulla er vanliga til 14 dagar.

 

Á hvørjum posa er týðiliga merkt:

  • Hvør skal taka heilivágin
  • Hvat fyri heilivágur er í
  • Nær heilivágurin skal takast

Øll kunnu fáa skamtan, men hóskar hetta seg serliga til tey, sum taka fleiri sløg av heilivági ymiskar tíðir á degnum, ella sum av øðrum orsøkum tørva hjálp í sambandi við heilivágin, sum verður tikin.

 

 

Hvussu kann eg fáa skamtan?

Tað er læknin, sum sendir skamt­an­artoyminum á apotekinum skamtanarforskrift gjøgnum talgildu heilsuskipan­ina. Tí skalt tú seta teg í samband við læknan, um tú ynskir at fáa skamtan.

Harumframt skalt tú melda teg til sjálvvirkandi GjaldSkipanina.

Tilmelding til sjálvvirkandi GjaldSkipanina

Fyll tilmeldingarskjalið Tilmelding til skamtan út og

  • send tað til skamtan@apotek.fo
  • lat tað inn á nærmasta apoteki ella send tað til
  • Skamtanartoymið; Staravegur 15, 100 Tórshavn
Nær byrjar skamtanin?

Tá læknin hevur sent okkum skamtanarforskriftina, og tú hevur meldað teg til GjaldSkipanina, kann skamtanin byrja innan 14 dagar.

Skamtanartoymið setur seg í samband við teg ella kontaktpersón­in, sum stendur á tilmeldingarskjalinum, fyri at áseta, nær skamtanin skal byrja.

Tú fært vegleiðing um skamtan, tá ið tann fyrsti pakkin verður útflýggjaður. Hetta fer fram inni á apotekinum; av heimatænastuni; av røktar­starvs­fólki ella umvegis telefon av skamtanartoyminum.

Fyrstu ferð tú fært skamtan, fært tú:

  • Fyrstu skamtanarrulluna
  • Ein plastbakka at leggja skamtanarrullur í
  • Eitt yvirlit yvir heilivágin (eitt sokallað skamtanarkort) og
  • Eina mappu við mynd og kunning um allan heilivágin í skamtanarrulluni

Eini 4 dagar áðrenn skamtanar­rullan er tóm, kemur næsta skamt­anarrullan við postinum.

Um tú hevur valt at koma eftir skamtanini á apotekinum, kanst tú gera tað, 4 dagar áðrenn skamt­anarrullan er tóm.

Yvirlit yvir heilivágin

Skamtanarkortið gevur tær yvirlit yvir skamtaða heilivágin. Her sært tú, nær heilivágurin skal takast, og hvussu tablett­irnar ella hylkini síggja út.

Tú fært eitt skamtanarkort við fyrstu rulluni, og síðani hvørja ferð broyting er í heilivágnum. Læknin sær skamtanarkortið í talgildu heilsuskipanini.

Vangin

Um tú hevur Vangan (sí vangin.fo), kanst tú síggja, hvør heilivágur hjá tær er í skamtan, nær næsta rulla byrjar, og hvat tú hevur goldið fyri hvørja skamtanarrullu.

Broytingar í heilivágnum

Um læknin ger broyting í heilivágnum hjá tær, fáa vit á apotek­inum boðini so skjótt, sum læknin hevur broytt tað í talgildu heilsuskipanini.

Fyri at broytingin skal koma við í næstu rullu, má hetta gerast í minsta lagi 1 viku áðrenn, skamt­anarrullan verður uppi. Men um læknin ger vart við, at hetta ikki kann bíða, so pakka vit sjálvandi heilivágin fyrr.

Tvey ár uttan broyting

Er heilivágurin óbroyttur í tvey ár, skalt tú seta teg í samband við læknan og biðja um at endurskoða viðgerðina, so at skamtanin kann halda fram.

Læknin fær eisini eina áminning frá skamtanartoyminum um at endurskoða viðgerðina.

Á skamtanarkortinum sæst, nær skamtanarforskriftin fer úr gildi.

Hvat kostar tað at fáa skamtan?

Tá tú fært skamtan, rindar tú fyri einstøku tablettirnar og hylkini, sum eru í skamtarnarrulluni. Aftur at tí kemur eitt pakkigjald.

Somu tilskotstreytir eru galdandi fyri skamtaðan heilivág sum fyri annan heilivág, ið tilskot verður veitt til.

Heilsu­trygd letur eisini tilskot til pakki­gjaldið, um heilivágurin er til­skotsheimilaður.

Tú kanst lesa nærri um tilskot til heilivág her. Her sært tú eisini, hvat tú í mesta lagi kemur at gjalda um árið, um heilivágurin er tilskotsheimilaður.

Gjaldið fyri heilivág og pakking verður heintað inn umleið eina ferð um mánaðin.

Tað er ókeypis at fáa skamtaða heilivágin sendan heim.

Hvør heilivágur kann pakkast í skamtan?

Flestar vanligar tablettir og hylki kunnu pakkast í skamtan.

Ávísar vitaminir og onnur kostískoyti kunnu eisini verða pakkað í skamtan. Sí hvørjar her.

Upploysiligar tablettir, smeltitablettir og allar aðrar tablettir, ið draga til seg vætu, kunnu ikki pakkast í skamtan. Somuleiðis verða flestu sløg av antibiotika, hormonum og cytostatika ikki pakkað í skamtan.

Tað ber ikki til at velja ávíst merki av heilivági í skamtan. Hetta er tí, at pakkimaskinan pakkar bert eitt merki av hvørjum heilivági í senn. Les um samheitaheilivág her.

 

Á min.medicin.dk kanst tú síggja, hvør heilivágur kann pakkast í skamtan, og um tilskot verður veitt.

  • Tøppa ynskta heilivágin inn og vel ‘priser, pakninger og tilskud’.
  • Kann heilivágurin pakkast, stendur „kan dosisdisp.“ undir ‘dispenseringsform og styrke’.
  • Um grønur rundingur er undir ‘Tilskud’ verður vanligt tilskot givið til heilivágin.
Út at ferðast?

Um tú skalt út at ferðast, so kann apotekið pakka til 4 vikur.

Boða skamtanartoyminum frá í seinasta lagi 1 viku áðrenn.

Hvussu burturbeini eg skamtposar á rættan hátt?

Um ein skamtanarrulla skal burturbeinast, skulu skamtposarnir tømast, og heilivágurin verða latin inn á apotekið at burturbeina. Sjálvar posarnar við persónsviðkvæmu upplýsingunum skal apotekið ikki hava.

Flutt bústað?

Um tú broytir bústað í styttri ella longri tíð, skal skamtanartoymið hava fráboðan um tað, so skamtanarrullurnar kunnu sendast á rætta stað.

Innlegging á sjúkrahúsi

Er talan um innlegging á sjúkrahúsi, og skamtanin skal steðgast, er tað ein lækni, sum skal steðga hesum inni í talgildu heilsuskipanini. Annars heldur pakking av skamtan fram sum vant. Tá tú síðani verður útskrivað/ur, er tað eisini ein lækni, sum skal virkja hetta aftur. Næsta rulla kann síðani byrja aftur eftir 7 døgum.

Vil læknin hava, at tú skalt fáa heilivágin fyrr, skal skamtanartoymið hava boð.

Halgidagar

Tá halgidagar eru, pakkar skamtanartoymið ofta niðurfyri. Tá kann henda, at tú fært eina rullu, sum er til 4 vikur. Saman við rulluni verður kunning givin.

Ferðin hjá skamtanarrulluni

Nógvir fyrimunir eru við skamtan

Skamtaður heilivágur ger tað lættari hjá tær at taka rættan heilivág í røttu styrki og til røttu tíð.

Ein skamtanarrulla inniheldur heilivág til 14 dagar, pakkað í smáar posar. Hetta merkir, at tú sleppur undan at hava stórt lagur av heilivági, sum kanska ikki verður brúkt hóast alt.

Skamtposarnir eru lættir at opna – sjálvt hjá fólki, sum ikki hava nógva fingramegi.

Skamtan kann vera ein hjálp í gerandisdegnum. Fleiri, sum fyrr máttu fáa hjálp við heilivágnum, kunnu, nú tey fáa skamtan, klára seg sjálvi.

Tilfar at taka niður

 

 

Skamtan
Staravegur 15
100 Tórshavn
+298 40 40 84 skamtan(kurla)apotek.fo
+298 40 40 84
skamtan(kurla)apotek.fo
Telefontíðir
mánadag - fríggjadag
08:00 - 16:00
Upplatingartíðir