Eldri fólk og heilivágur

Eldri fólk fáa ofta fleiri sløg av heilivági og eru tí í størri vanda fyri at fáa hjáárin (sí Hjáárin). Tey ymsu sløgini av heilivági kunnu sínámillum ávirka hvørt annað bæði viðvíkjandi virknaði og útskiljan (sí Samvirkan). Eldri hava ofta fleiri varðandi sjúkur at dragast við og fáa tískil ofta eina áhaldandi viðgerð; her kunnu nevnast eitt nú hjarta-æðrasjúkur, diabetes og gikt. 

Viðvíkjandi heilivági og skamtan, so verður ein eldri skilgreinað/ur sum ein, ið er minst 65 ár. 

Sjúka ella hjáárin

Tá ið tú ert eldri, kunnu tað vera fleiri orsøkir til, at tú merkir ávís eyðkenni. Tað kann vera torført at skyna ímillum, um talan er um eina sjúku ella eitt hjáárin av einum heilivági. Ofta verða beinbrot vegna fall, og ørkymlan ella trupulleikar at halda vatninum tengt at aldrinum, men hetta kann eisini stava frá soviheilivági, sum tú tekur, ella ymiskum heilivági, ið kann viðføra, at tú fært ymisk sjúkueyðkenni.

Skilja eldri heilivágin øðrvísi úr kroppinum?

Við aldrinum síggjast broytingar í úrskiljanini av heilivági í livrini og tað, sum fer út aftur gjøgnum nýruni. Funksjónin fellur, og hetta ávirkar virknaðin av heiliváginum. Eitt nú er nýrafunksjónin hjá sjálvt frískum eldri fólki bert helvtina av nýrafunksjónini hjá yngri. Tískil er torførari hjá eldri at sleppa av við heilivág, ið fer gjøgnum nýruni.

Tað má tí hugsast um nýrafunksjónina við tí heilivági, har meginparturin av heiliváginum fer gjøgnum nýruni, soleiðis at skamtanin verður minkað. Verður skamtanin av slíkum heilivági ikki minkað, kunnu tey eldru fáa keðilig hjáárin, tí restevnini rúgvast upp í kroppinum. Serliga kann tað verða vandamikið við heilivági, ið tørvar eina heilt neyva mongd so sum við Digoxin®.

Heilivágur, ið serliga fer gjøgnum livrina, kann vanliga verða givin í somu skamtan sum til yngri, tí evnini hjá livrini at skilja heilivágin minka ikki stórvegis við aldrinum.

Ymisk onnur viðurskifti spæla eisini ein ávísan leiklut, eitt nú at evnini hjá hjartanum at pumpa blóð runt í kroppinum falla. Elastisiteturin í bindivevnaðinum minkar og harvið evnini til at binda vatn. Tað merkir, at feittinnihaldið í vevnaðinum økist, meðan vatninnihaldið minkar.

Vøddarnir svinna, talið av nervakyknum broytist, og stýringin av salt- og vætujavnvágini gerst verri. Samanumtikið ger hetta, at úrskiljingin av heilivági í kroppinum broytist. Tískil er neyðugt at hugsa um, at heilivágurin skal nýtast av eldri. Tó er ta tann niðursetta nýrafunksjónin hjá eldri, sum hevur ta størstu ávirkanina.

Broytist viðkvæmi fyri heilivági tá tú eldist?

Tá tú gerst eldri, verður tú viðkvæmari fyri nøkrum sløgum av heilivági. Hetta merkir, at tað skal ein minni skamtan til fyri at fáa sama virknað. Hóast tú hevur tikið heilivágin í nógv ár, kanst tú uppliva fleiri hjáárin av sama heilivági, tá ið tú gerst eldri.

Hetta er serliga galdandi fyri heilivág, ið ávirkar heilan. Her kunnu nevnast sovitablettir, heilivágur fyri angist og tunglyndi og nervaheilivágur. Hesi sløg av heilivági verða ofta nýtt av eldri, og her skal vísast stórt varsemi viðvíkjandi skamtan. Verður skamtanin ikki neyvt tillutað viðkomandi, kann hann/hon skjótt staðfesta hjáárin, so sum svimbul og ørviti og er tískil í vanda fyri at detta og fáa beinbrot. Blóðtrýstsheilivágur og vatndrívandi heilivágur økja eisini um vandan fyri falli. Eitt annað dømi er heilivágur fyri eitt nú giktapínu (NSAID t.d. Ibuprofen), sum oftari viðføra bløðing í maga/tarmgørnunum, ørkymlan og nýraskaða.

Hvat er at hava í huga, tá eldri fáa heilivág?

Eldri fáa ofta nógv ymisk sløg av heilivági, og tí kann vera torført at minnast til at taka heilivágin. Heilivágur kann skifta navn og útsjónd ferð eftir ferð, hetta ger tað torførari at fylgja við, tá ein fær fleiri sløg, sum so eisini skulu takast ymiskar tíðir.

Ein hjálp kann vera at brúka skamtanareskjur, sum finnast í ymiskum skapum. Summar hava eisini alarm í, sum boðar frá, nær heilivágurin skal takast. Ein onnur hjálp kann vera at fáa apotekið at pakka heilivágin til 14 dagar í senn (sí Skamtaður heilivágur).

Nógvir pakkar ella íløt hóska seg ikki væl til eldri. Hevur ein eitt nú gikt í fingrunum, kann tað vera torført at opna glasið við giktarheilivági. Summar fyritøkur framleiða íløt við loki, sum kann opnast við einum penni.

Onkuntíð kann eisini vera torført at deila tablettina, tá tað er neyðugt. Á apotekinum kunnu keypast tablettdeilarar, tablettknúsarar og amboð til m.a. at trýsta tablettina úr ørkunum.

Hvørjar vitaminir og mineralir skulu eldri taka?

Eldri kunnu vera í vanda fyri at fáa ov lítið av vitaminum og mineralum. Teirra kostvanar broytast ofta, matarlysturin er ikki altíð so góður, og tey eta ofta avmarkað og einstáttað.

Nøkur fara sjáldan út um dyrnar og fáa tískil ov lítið av sól, ið skal til fyri at skapa D-vitamin. Livra- og nýravirksemið, ið er við til at seta gongd í tað D-vitaminið, sum kroppurin skapar við hjálp frá sólini, minkar eisini við árunum, og tískil fellur mongdin av D-vitaminum ofta hjá eldri bæði úr kostinum og frá sólini.

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at eldri yvir 70 ár og búfólk á ellis- og røktarheimum taka eitt dagligt ískoyti á 20 µg D-vitamin saman við 800-1000 mg av kálki. Harafturat kann skoytast uppí, at øll, ið eru í vanda fyri beinbroyskni, eiga at fáa hetta kostískoytið, sama hvør aldurin er.

Upplatingartíðir