15. august 2019

HPV koppseting til dreingir

19. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum. Framyvir kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár verða koppsettir ókeypis fyri humant papillomavirus (HPV).

Koppseting fyri Human Papilloma Virus kann fyribyrgja ávísum sløgum av lívmóðurhálskrabbameini (hjá kvinnum) og endatarmskrabbameini. Eisini kann koppsetingin m.a. fyribyrgja ávísum sløgum av kynsvortum. Koppsetingin verður givin beinleiðis hjá kommunulækna. Les meira um koppsetingar til børn á síðuni her. Sí kunngerðina her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir