Tað finnast nógv ymisk sløg av heilivági, og finst hann í fleiri ymsum tilbúningum. Allir hesir tilbúningar skulu nýtast á hvør sín hátt. Tí kann tað ofta vera torført at vita, hvussu heilivágurin verður nýttur á rættan hátt.
Tað er sera umráðandi, at tú kennir mannagongdina fyri, hvussu tú nýtir tín heilivág rætt. Tekur tú tín heilivág á skeivan hátt, fært tú ikki ta fullu úrtøkuna av heiliváginum, og kann hetta hava keðiligar avleiðingar fyri tína heilsu.
Niðanfyri eru nøkur leinki til stuttfilmar og myndarøðir, sum vísa, hvussu summir av teimum ymisku tilbúningunum verða nýttir á rættan hátt. Fyrsta leinkið er eitt víðfevnt leinki til, hvussu tú skalt taka tín heilivág.