Barnasár

Barnasár (impetigo) er ein vanlig ígerðarsjúka í holdinum, ið stendst av bakterium. Barnasár sæst oftast hjá børnum millum 2 og 6 ár, herav kemst navnið barnasár. Barnasár kemur oftast fyri sum umfarssjúka á dagstovnum, men barnasár kann eisini koma fyri í skúlaumhvørvi.

Hvør er orsøkin til barnasár?

Barnasár stavar vanliga frá einum ávísum slagi av stafylokok-bakterium (staphylococcus aureus), men kann eisini stava frá ávísum streptokok-bakterium. Bæði sløg av bakterium eru í umhvørvi okkara (luftini, vatninum og jørðini), og mong hava vanliga hesar bakteriur í nøs og holdi uttan at gerast sjúk.

Hvørji sjúkueyðkenni eru?

Eyðkennið við sjúkuni eru smáar bløðrur og sár á holdinum. Barnasárið byrjar við, at bløðrur brádliga eru at síggja á holdi barnsins, sum bresta, og ein kleiggjut gullig væta lekur úr. Síðani legst ein gul-brún skrúva á bløðrurnar. Vanligast eru sárini við oyrnalippur, í andlitinum kring varrar og nøs, á hálsinum, á fingrum og á hondum. Tað skriðar eitt sindur so at siga alla tíðina.
Eftir fáar dagar kunnu sárini breiða seg kring um á barnakroppinum, serliga um barnið skriðar sær. Sárini ávirka so at siga ongantíð almennu heilsustøðuna hjá barninum og hava heldur ikki fepur við sær.
Vandin fyri sárum er størri, um tað hevur barnaeksem ella onnur sár.

Hvussu smitta barnasár?

Barnasár smitta illa. Børnini fáa bakteriur á hendurnar, tá nomið verður við sárið. Av hesi orsøk smitta børnini lættliga hvørt annað. Smittast kann eisini við at nema við leikur, krúss, handklæði og handtøk, har bakteriurnar eru á.
Millum ein og tríggir dagar ganga, frá tí tú ert smittað/ur, til sjúkueyðkennini koma til sjóndar.

Hvør er viðgerðin?

Bakteriurnar í barnasári eru undir skrúvuni, og tí er týdningarmikið at taka burtur tær tjúkku skrúvurnar. Til ber at bloyta skrúvurnar við vátum klúti ella í baði og síðan loysa skrúvuna varliga, eitt nú við pinsett.

Viðgerast kann við dagliga at vaska við klorhexidin-sápu 4% (eitt nú Hibiscrubb®) og síðani at luftturka og smyrja klorhexidin-krem 1% á, sum bæði fáast í handkeypi á apotekinum. Í serligum førum kunnu læknar útskriva fusidinsýru-krem 2% (Fucidin®) at smyrja á 3 ferðir um dagin ístaðin. Hetta er eitt antibiotika krem, men bert eftir forskrift. 

Hevur barnasárið spreitt seg runt kroppin, ella eru sárini komin í eitt nú barnaeksem, kann læknin útskriva antibiotika-viðgerð sum tablettir ella mikstur. Men henda viðgerð verður gjørd saman við klorhexidin-sápuvaskinum.

Við at koyra plástur á sárið ella binda um, kanst tú tálma bakteriunum at breiða seg.

Viðgerðin varar ofta í umleið 1-2 vikur.

Um barnasár er staðfest hjá barni við eksemi, er eisini umráðandi at viðgera eksemið.

Kunnu børn við barnasári fara á dagstovn og í skúla?

Yngri børn mugu í fyrsta lagi fara á dagstovn, tá ið sárini eru turr, skrúvurnar eru dotnar av, og tískil er smittuvandin burtur. Reinførið hjá børnum er sum heild ikki so gott, og tey klóra og skriða sær javnan. Sostatt verður smittuvandin størri. 

Skúlabørn kunnu fara í skúla, hóast tey hava barnasár, um tey eru í viðgerð. Barnið skal tó hava í huga:

  • at tað ikki má klóra sær í sárið
  • at tað má vaska sær ofta um hendurnar 
  • at brúka sín egna kamb, vaskiklút og sítt egna handklæði 
  • sárið skal vera dekkað við plástri ella øðrum

Hvat kann eg gera?

  • Ven barnið til at vaska sær ofta um hendurnar
  • Tú kanst nýta honddesinfektión (eitt nú hondspritt ella sápu, ið inniheldur klorhexidin), sum fæst á apotekinum
  • Lat barnið altíð hava sín egna klút og sítt egna handklæði, nýt møguliga einnýtisklútar
  • Vaska tær altíð um hendurnar eftir at hava nomið við barnasár
  • Sig barninum, hví tað skal vera umhyggið við reinføri og síni barnasár
  • Lat ikki barnið klóra sær í sárinum, pilka nøs ella súgva fingur
Upplatingartíðir