Føroysk heilivágsnýtslutøl

Landsapotekarin hevur ábyrgd av at savna saman, skipa og framleiða føroysk heilivágsnýtslutøl.

 

Føroysk hagtøl

Landsapotekarin letur regluliga hagtalstilfar til Hagstovu Føroya, og eru tey at finna á heimasíðuni hjá Hagstovuni undir Heilsumál, sí leinki niðast á síðuni (vel Apoteksvirksemi).

 

Norðurlendsk hagtøl

Føroyar eru við í norðurlendskum samstarvi NOMESCO & NOSOSCO, har millum annað hagtøl um heilivágsnýtslu verða savnað og samanborin landanna millum.

Hesi hagtøl eru nú at finna á nýggju heimasíðuni hjá 

NOMESCO & NOSOSCO, sí leinkju her og niðast á síðuni: https://nhwstat.org

 

Tørvar tær meira vitan?

Eru upplýsingarnar á heimasíðuni ikki nøktandi, kann nágreiniligur fyrispurningur sendast okkum. Vit gera eina meting av kostnaðinum at gera hagtølini og senda tær prísmetingina til góðkenningar.

Fyrispurningar um heilivágshagtøl í Føroyum kunnu stílast til Landsapotekaran á teldupostadressu: landsapotekarin(kurla)apotek.fo.

Upplatingartíðir