Um tú nýtir ávís sløg av heilivági, eigur tú at vera serliga ansin í sólini. Heilivágurin kann gera tína húð meira viðkvæma fyri sólstrálunum. Hetta verður ofta nevnt foto-sensibilisering (ljósviðkvæmi).
Ljósviðkvæmi vísir seg á tveir hættir: Annar er foto-toksiskur (ljóseitrandi), og hin er foto-allergiskur (ljósviðkvæmisskapandi). Tað eru tvær ymiskar reaktiónir, sum geva ljósviðkvæmi/fotosensilibilisering.
Tann ljóseitrandi reaktiónin kemst av, at heilivágurin verður aktiveraður, tá hann verður útsettur fyri sólarljósi. Reaktiónin kemur á tí staðnum á húðini, har sólarljósið rakar, og tað kann hava við sær bløðrur, eksem og skálding av tí ávísa staðnum á húðini.
Tann ljósviðkvæmisskapandi reaktiónin kemst av, at sólarljósið og heilivágurin reagera hvørt við annað. Tá heilivágurin verður útsettur fyri sólarljósi, broytist struktururin av evninum, so verjuskipanin í kroppinum fer í verjustøðu. Tað sæst sum útbrot á húðini og breiðir seg um kroppin.
Hesi hjáárin gera húð tína eyka viðkvæma. Jú størri mongd av heilivági tú fært, og jú longur tú ert í sólarljósi, jú størri er vandin fyri álvarsomum skaða. Hetta økir eisini um vandan fyri húðkrabba.
Tey evnini, sum verða gjørd av sundurbróting av heiliváginum, kunnu skaða tann sunna vevnaðin. Hetta merkir, at tú kanst fáa:
Tú kanst merkja sviða, skriða, bruna, pínu og prik.
Nøkur sløg av heilivági kunnu eisini skaða eyguni, um eyguni fáa sólarljós.
Hesin listi er ikki fullfíggjaður, og neyðugt er at kanna, um tín heilivágur kann føra við sær ljósviðkvæmi. Tú kanst lesa um tín heilivág á www.medicin.dk, finna fram tann einstaka heilivágin og hyggja undir hjáárin (“bivirkninger”) og varsemi (“forsigtighedsregler”), og í kunningarlepanum, ið fylgir við heiliváginum.
Oftast sæst ljósviðkvæmi á teimum beru støðunum so sum á andliti, nakka, hálsi, hondum og fótum, men tað kann breiða seg. Húðin er serliga viðkvom um várið, tá ið hon er bleik og tí meira følin.
Tað eru serliga UV-A-strálurnar, sum elva til ljósviðkvæmi. Tær eru bæði í sólarljósinum og í solarium, og hesar strálur treingja ígjøgnum glas. Tískil er eisini neyðugt at verja seg, tá ið tú situr í bili ella framman fyri vindeygað. UV-A-strálur kunnu eisini treingja ígjøgnum tunn klæði.
Tú skalt sjálvandi ikki halda uppat at taka heilivágin, fyri tí hann ger teg ljósviðkvæman, um tað er neyðugur heilivágur. Tá skalt tú ístaðin taka tey neyðugu atlitini. Ber tað ikki til, mást tú tosa við læknan og í samráði við hann finna eina hóskandi viðgerð.
Spyr læknan ella á apotekinum, um tín heilivágur kann gera teg ljósviðkvæma/n og les altíð kunningarlepan, ið fylgir við heiliváginum.