Vitaminir og mineral til smábørn

Í Føroyum fylgja vit tilmælinum hjá danska heilsumálaráðnum Sundhedstyrelsen, um vitaminir og mineral til smábørn.

Eitt pinkubarn krevur nógva orku og føðslu tað fyrsta liviárið. Orkutørvurin hjá einum pinkubarni er 3-4 ferðir størri pr. kg enn hjá vaksnum, og barnið skal hesa tíðina trífalda vektina.

Tað verður viðmælt, at barnið fær móðurmjólk fyrstu 6 mánaðirnir, um møguligt, ella efturgjørda móðurmjólk. Frá 4-6 mánað aldur til uml. 9 mánað aldur skal barnið tillaga seg til vanligan mat, á donskum kallast hesin maturin "overgangskost". Frá at barnið er 6 mánaðir, skal maturin vera jarnríkur, og barnið skal hava kjøt ella fisk til flestu máltíðirnar. Tá barnið er uml. 9 mánaðir, kann tað eta vanligan, tó orkuríkan, mat. Verða hesar viðmælingar fylgdar, so verður tørvurin hjá barninum nøktaður – tó undantikið tørvurin av D-vitaminum. Pinkubørn hava eisini tørv á K-vitaminum teir fyrstu 3 mánaðirnir, men hetta verður givið sum ein innspræning beint eftir føðing. Jarn verður bert givið pinkubørnum í serligum førum.

Hví skulu øll børn ikki longur hava jarnískoyti?

Barnið tekur betur við jarni, ið stavar frá føðsluni, enn frá jarnískoyti (jarndropum). Jarnið frá føðsluni skuldi tí nøktað tørvin hjá barninum.

Vitamin og mineral tilmæli

Børn fødd til tíðina (fullar 37 vikur) Børn fødd ov tíðliga (<37 vikur)

D-vitamin frá 2 vikum til 4 ár:

10 mikrogram (400 IE) D-vitamin um dagin

D-vitamin frá útskiving til 4 ár:

10 mikrogram (400 IE) D-vitamin um dagin

Jarnískoyti frá 6 vikum*:

Børn við føðivekt <2500 gram skulu hava 8 mg jarn um dagin til barnið er 6 mánaðir.

Børn, sum fáa meira enn helmingin av føðsluni frá eftirgjørdari móðurmjólk, skulu hava 4 mg um dagin.

*Jarnískoyti verður vanliga givið frá 6 vikum, tó skal tilmæli frá barnalæknum altíð fylgjast, um tað víkur frá hesum.

Børn við føðivekt >2500 gram nýtast ikki at fáa jarnískoyti. 

Jarnískoyti frá 6 vikur*:

Børn við føðivekt <1500 gram skulu hava 8 mg jarn um dagin í 12 mánaðir. 

Børn við føðivekt >1500 gram skulu hava 8 mg jarn um dagin í 6 mánaðir.

Børn sum fáa meira enn helmingin av føðsluni frá eftirgjørdari móðurmjólk skulu hava 4 mg um dagin.

*Jarnískoyti verður vanliga givið frá 6 vikum, tó skal tilmæli frá barnalæknum altíð fylgjast, um tað víkur frá hesum.

Upplatingartíðir