09. mars 2020
Bløðrubruni verður ofta viðgjørt við eitt nú pivmecillinam (selexid). Selexid kann tó bert nýtast, um ein blóðroynd finst, ið vísir, at carnitin nøgdin í blóðinum er yvir 10 µmol/L.
Bløðrubruni er bruni í bløðruslímhinnuni, sum oftast kemst av tarmbakterium (E-coli). Vanligastu eyðkennini av bløðrubruna er sviði, tá vatnið skal latast, ella kenslan av at vilja pissa alla tíðina, uttan at trongdin er so stór. Eisini kann landið fáa ein annan lukt.
Metir læknin, at tú skalt viðgerast, eru tað ymisk sløg av antibiotika, ið kunnu nýtast. Viðgerð við eitt nú pivmecillinam (selexid) verður ofta nýtt til bløðrubruna. Selexid kann tó bert nýtast, um ein blóðroynd finst, ið vísir, at carnitin mongdin í blóðinum er yvir 10 µmol/L. Aðrar viðgerðir verða eisini nýttar til bløðrubruna. Les meira her: