06. februar 2023
Sjúklingar, sum eru í viðgerð við Dicillin Sandoz 500mg kapslum fyri bruna, skulu fara aftur á apotekið við heilivágnum og fáa annað slag av heilivági fyri. Tað er umráðandi at viðgerðin ikki steðgar. Apotekini hava fingið boð um at útvega sjúklingunum annan heilivág fyri bruna.
Lægemiddelstyrelsen eru gjørd varug við, at nakrir fáir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá fyritøkuni Sandoz, fyri bruna, eru smittaðir við multimótstøðuførum CPO-bakterium.
Talan er um 9 sjúklingar, sum hava fingið staðfest bakteriurnar í tíðarskeiðinum frá oktober 2022 til januar 2023. Ábendingar eru um, at tað er heilivágurin, Dicillin 500 mg frá Sandoz, sum er orsøkin til hetta. Hetta verður í løtuni kannað nærri og tískil er heilivágurin tikin av hyllunum fyribils.
Hvat skulu sjúklingar gera?
Tað er umráðandi, at sjúklingar, sum eru í viðgerð, ikki steðga viðgerðini. Um tú ert í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá Sandoz, skalt tú lata heilivágin inn aftur á einum av apotekunum í Føroyum, og tú fært síðani nýggjan heilivág fyri bruna útflýggjaðan.
Starvsfólkini á apotekunum kring landið eru klár at hjálpa tær at finna annan heilivág. Tað er ikki neyðugt at fáa nýggja resept frá kommunulæknanum.
Sí spurningar og svar við at trýsta her!
Landsapotekarin