P-sproyta

P-sproyta inniheldur hormonið gestagen, verður sprænt inn av læknanum 3. hvønn mánað og virkar soleiðis:

  • Hormonið forðar eggloysnini
  • Tað ávirkar slímhinnuna soleiðis, at eitt gitið egg ikki kann festa seg og mennast
  • Tað ger slímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum

P-sproytan verður ikki ofta nýtt, allarhelst tí viðgerðin ikki kann steðgast fyri ásetta tíð, og ofta kann tíð ganga, áðrenn kvinnan aftur kann gerast við barn. Læknin vil tí ofta bert viðmæla sproytuna, um kvinnan ikki kann/vil brúka aðrar fyribyrgingarhættir.

                           

Gev gætur!

  • P-sproyta fáast til keyps á apotekinum eftir forskrift frá lækna
  • Trygdin er næstan 100%
Upplatingartíðir