Visti tú, at ávís sløg av heilivági kunnu vera eins vandamikil í ferðsluni sum rúsdrekka?
Nøkur sløg av heilivági virka doyvandi ella rúsandi. Tey kallast “ferðsluvandamikil heilivágur”, tí tey minka um reaktiónsevnini.
Niðursett reaktiónsevni kann vera vandamikið - millum annað í ferðsluni. Tú kanst verða dømd/ur eftir ferðslulógini, um tú ert so mikið ávirkaður av heilivági, at tað ávirkar koyringina.
Hvussu doyvandi tann “ferðsluvandamikli heilivágurin” er, er tengt at, hvør heilivágurin er, hvussu nógv tú tekur, og hvussu leingi tú hevur verið í viðgerð.
Men ávirkanin er eisini ymisk frá persóni til persón. Tí ber ikki til at siga frammanundan, hvussu ávirkaður ein persónur gerst. Tí er sera umráðandi, at tú ert varin sjálv/ur.
Heilivágur, sum er merktur við einum reyðum tríhyrningi, hevur serliga vanda við sær at ávirka koyriførleikarnir. Um tú tekur heilivág við reyðum tríhyrningi, skalt tú vera varin við, hvussu tú reagerar upp á hendan heilivágin, áðrenn tú fert at koyra bil, arbeiða við maskinum e.l.
Um tú gerst doyvd/ur av heiliváginum, eigur tú at lata bilin standa.
Hesin reyði tríhyrningur verður brúktur í Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi. Tískil er hetta ikki eitt altjóða eyðkennismerki, og møguliga sært tú eitt annað eyðkennismerki aðrastaðni.
Dømi um heilivág við reyðum tríhyrningi er heilivágur fyri angist, ampa, andvekri, epilepsi og sjóverki. Eisini hevur onkur heilivágur fyri sterka pínu og hosta reyðan tríhyrning.
Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at heilivágur uttan reyðan tríhyrning eisini kann vera vandamikil í ferðsluni. Tí er altíð týdningarmikið, at tú ert varug/ur við, hvussu heilivágurin ávirkar teg.
Her kann vera talan um:
Eisini kunnu ávís sløg av náttúruheilivági ávirka reaktiónsevnini. Her er tað serliga náttúruheilivágur, ið inniheldur valeriane (baldrian), ið tú skalt geva gætur.
Tú eigur at vera sera varin, áðrenn tú setur teg aftan fyri róðrið, um tú hevur tikið nýggjan heilivág og kennir teg illa fyri, ávirkaða/n ella øðrvísi, stutt eftir at tú hevur tikið heilivágin. Heilivágurin kann hava ferðsluvandamikil hjáárin. Virknaðurin kann vera stuttur, men tað týdningarmesta er, at tú sjálv/ur ert varug/ur við, hvussu tú reagerar. Vit reagera øll ymiskt upp á sama slag av heilivági.
Um tú drekkur rúsdrekka saman við ferðsluvandamiklum heilivági, kann tann doyvandi virknaðurin økjast. Eisini kann doyvandi virknaðurin økjast, um tú tekur fleiri sløg av ferðsluvandamiklum heilivági.
Ivast tú, skalt tú spyrja apotekið ella læknan, um tú kanst koyra bil við heiliváginum.