Landsapotekarin

Landsapotekarin er ovasti leiðarin fyri apoteksverkið og hevur, mótvegis Heilsumálaráðnum, endaligu ábyrgdina av virkseminum.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • Ábyrgd av ráðlegging, raðfesting, íverksetan og samskipan av arbeiðsuppgávunum í apoteksverkinum
  • Ábyrgd av støðugari menning í apoteksverkinum, soleiðis at apoteksverkið á heilivágsøkinum lýkur nútíðarkrøv
  • Ábyrgd av at gera uppskot til fíggjarætlan fyri stovnin
  • Ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan verður hildin
  • Ábyrgd av, at hagtøl fyri samlaðu heilivágsnýtsluna í føroyska samfelagnum eru tøk
  • Ábyrgd av at røkja nærri útgreinaðar myndugleikauppgávur og ráðgeva Heilsumálaráðnum um heilivág í síni heild. Eftirlit við at lóggávan viðvíkjandi apoteksverkinum v.m. verður hildin dagførd
  • Ábyrgd av samstarvi um heilivágsviðurskifti við útlendskar stovnar og myndugleikar

Hjalti Gunnarstein

Hjalti er útbúgvin cand.pharm í 1990. Hjalti hevur royndir sum farmaseutur, deildarleiðari og apotekari í føroyska apoteksverkinum, har hann millum annað hevur starvast sum apotekari á Eysturoyar Apoteki og Tjaldurs Apoteki.

 

 

Heilivágsnýtslutøl

Landsapotekarin savnar saman, skipar og framleiðir føroysk heilivágsnýtslutøl.

Landsapotekarin letur regluliga hagtalstilfar til Hagstovu Føroya, og eru tey at finna á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Sí kunning um viðkomandi hagtøl her.

 

 

Landsapotekarin
Staravegur 15
100 Tórshavn
+298 40 41 00 landsapotekarin(kurla)apotek.fo
+298 40 41 00
landsapotekarin(kurla)apotek.fo
Upplatingartíðir
mánadag - fríggjadag
10:00 - 15:00
Upplatingartíðir