Heilsutrygd veitir tilskot til fleiri sløg av heilivági. Hesin heilivágur er sagdur at vera tilskotsheimilaður.
Í ávísum førum verður tilskot givið vegna serligar umstøður hjá sjúklinginum. Dømi um hetta, er tilskot til heilivág til ávísar álvarsligar sjúkur.
Harumframt ber eisini til hjá læknanum at søkja tilskotsnevndina um ávikavist einstaklingstilskot ella hækkað tilskot. Hetta er tilskot til ávís sløg av heilivági til einstakar sjúklingar.
Einstaklingstilskot kann sostatt í ávísum førum veitast til heilivág, sum ikki er lýstur at vera tilskotsheimilaður.
Í heilt serligum førum kann tilskotsnevndin játta sjúklingum tilskot til samheitaheilivág, ið ikki er tann bílagasti, sonevnt hækkað tilskot.
Tað er sera umráðandi at fylgja við, nær tilskotsárið endar. Fyrst í nýggjum tilskotsári er tilskotsheilivágurin dýrur, tí egingjaldið er 100% av kostnaðinum upp til 967 kr, og síðan økist tilskotið eftir útreiðslunum, eins og víst verður niðanfyri. Kunning um tilskotsárið sæst á kassaseðlinum, og snýr tað seg um heilivág, sendur við Posta, verður tilsvarandi kunning viðløgd.
Hvussu stórt tilskotið verður veldst um, hvussu stórar tínar árligu útreiðslur eru til tilskotsheilivág. Tað merkir, at tilskotsprosentið hækkar í samsvari við tínar heildarútreiðslur, sum árið líður. Jú størri útreiðslur í einum ári, tess størri verður tilskotsprosentið. Harumframt er tilskotsprosentið treytað av, um tú ert yngri enn 18 ár, millum 18 og 67 ár ella eldri enn 67 ár, tá ið tilskotstíðarskeiðið byrjar.
Tilskotstíðarskeiðið er 1 ár (hereftir nevnt tilskotsár). Fyrsta tilskotsárið byrjar, fyrstu ferð tú eftir 1. apríl 2010 keypir tilskotsheilivág. Annað tilskotsárið byrjar, fyrstu ferð tú keypir tilskotsheilivág, eftir at fyrsta tilskotsár er runnið. Síðan halda tilskotsárini fram á sama hátt.
Tú fært vanliga fullan stuðul til bíligasta tilskotsheimilaða heilivág við sama virkna evni. Mestsum allur heilivágur verður býttur um til bíligasta samheitaheilivág. Um tú ynskir dýrara heilivágin, mást tú sjálv/-ur gjalda munin (sí Samheitaheilivágur). Tó ber til hjá lækna at søkja tilskotsnevndina um hækkað tilskot, um bíligasti heilivágur ikki er hóskandi, vegna hjáárin ella vantandi virkna.
Pensjonistar og fyritíðarpensjonistar hava rætt til 100% tilskot fyri allan tilskotsheimilaðan heilivág eftir 1.856,60 kr. Hetta merkir, at tú fert ongantíð at gjalda meira enn 1.856,60 kr í einum tilskotsári fyri tilskotsheilivág.
Ert tú millum 18 og 67 ár, fert tú ongantíð at gjalda meira enn 2.747,80 kr. í einum tilskotsári fyri tilskotsheilivág.
Børn og ung yngri enn 18 ár fáa 100% tilskot frá Heilsutrygd til bíligasta tilskotsheilivág.
Gev gætur, at onkur heilivágur ikki hevur tilskot, og tískil skalt tú gjalda fyri tann heilivágin, hóast tú ert undir 18 ár ella hevur goldið alt egingjaldið.
Sí annars upphæddir í talvu niðanfyri.
Forskriftarheilivágur er uttan mvg, men handkeyps- og djóraheilivágur er við mvg.
Ofta er trupult at siga frammanundan, hvussu nógv heilivágurin kostar. Ymiskar orsøkir eru til hetta:
Dagførdir prísir á heilivági eru at síggja her. Prísirnir eru vegleiðandi í Føroyum. Søluprísurin á heilivági í Føroyum er ásettur sambært kunngerð, sí meira her.
Sí eisini almenna kunning frá Lægemiddelstyrelsen um prísir á heilivági her.
Kostnaður á heilivági | Tilskot frá Heilsutrygd | Tú rindar | Heilsutrygd rindar |
---|---|---|---|
0 - 967 kr. |
0% |
967,00 kr. |
0,00 kr. |
967 - 1574 kr. |
40% |
364,20 kr. |
242,80 kr. |
1574 - 3148 kr. |
60% |
629,60 kr. |
944,40 kr. |
3148 - 6292 kr. |
75% |
787,00 kr. |
2361,00 kr. |
6296+ kr. |
100% |
||
í mesta lagi 2747,80 kr. |
Kostnaður á heilivági | Tilskot frá Heilsutrygd | Tú rindar | Heilsutrygd rindar |
---|---|---|---|
0 - 967 kr. |
0% |
967,00 kr. |
0,00 kr. |
967 - 1974 kr. |
40% |
604,20 kr. |
402,80 kr. |
1974 - 2500 kr. |
60% |
210,40 kr. |
315,60 kr |
2500 - 2800 kr. |
75% |
75,00 kr. |
225,00 kr. |
2800+ kr. |
100% |
||
Í mesta lagi 1856,60 kr. |