28. mars 2025

Nýggja Vága apotek letur upp mikudagin 2. apríl

Mikudagin verður ein stórur dagur í apotekssøgu Føroya. Tí tað er ikki á hvørjum degi, at eitt spildurnýtt apotek letur upp. Talan er um Vága apotek, sum er staðsett á Heiðavegi í Miðvági. Nýggja apotekið er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri. Sostatt verður Vága apotek sætta apotekið í Føroyum, umframt Norðoya apotek, Tjaldurs apotek, Apotekið í Steinatúni, Suðuroyar apotek og Eysturoyar apotek.

Vága apotek

Lokal fakfólk

Fimm starvsfólk fara at starvast á Vága apoteki, og hesi eru øll lokal úr økinum. Tað verður Kristina Niclasen, sum verður leiðandi farmakonomur á apotekinum. Øll starvsfólkini við kassan á apotekinum eru fakfólk, og kunnu veita góða ráðgeving um allar vørur. Hetta er tað, sum er serligt við apotekinum. Tú kanst altíð spyrja við kassan, og fáa eitt væl grundað svar, sama hvat tú hevur tørv á. 

 

Upplatingardagurin

Frá klokkan 11–13 verður almenn móttøka, har øll eru hjartaliga vælkomin. Her verður okkurt lítið til góman, umboð fyri landsmyndugleikar og Apoteksverkið siga nøkur orð, og høvi verður at síggja hølini og umstøðurnar annars. Síðani letur Vága apotek upp fyri avgreiðslu kl. 13.

 

Sjálvtøka til handkeypsheilivág

Sum nakað serligt verður onnur handkeypssjálvtøkan í landinum uttan fyri Vága apotek. Hin fyrsta er liðugt royndarkoyrd við Tjaldurs apotek í Havn við góðum úrsliti. Sjálvtøkan er opin alt samdøgrið, og allar dagar í árinum. Her fæst mest vanligi heilivágurin, so sum pínustillandi, umframt sjóverkstablettir og annað. 

 

Sjálvtøkan hevur 18 ára aldursmark. Hetta kann keyparin prógva við appini ’Skjáttan’ hjá Talgildu Føroyum. Skjáttan inniheldur td. talgilda koyrikortið, og samleikaprógv sum er knýtt at Samleikanum. Hetta er bara tann seinasta av talgildu loysnunum hjá Apoteksverkinum. 

 

Upplatingartíðirnar á Vága apoteki

Eftir almennu móttøkuna mikudagin 2. apríl kl. 11–13 letur apotekið upp fyri avgreiðslu kl. 13. Síðani verða upplatingartíðarinar fylgjandi: 

Mánadag–fríggjadag 10–17.30
og leygardag 10-13

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir