Skón hjá børnum

Skón (arp) er eitt serligt slag av flusi hjá nýføðingum. Tað sær út sum hvítar ella grágular skorpur í hárbotninum og kann breiða seg til nakka, oyru og andlit. Eisini verður húðin ofta reyð.

Skón er vanligt og er ikki vandamikið fyri barnið, men kann vera ódámligt á at líta. Skónin kann eisini geva barninum skriða.

Far til lækna ella heilsusystur, um tú ikki fært skónina burtur.

Fæst heilivágur á apotekinum ?

  • Tað finst ikki nakar heilivágur til viðgerð av skón.
  • Til størri børn finst salva ella sjampo við salicylsýru (t.d. Sasha).
  • Salisylsýra bloytir upp skónina og ger hana lættari at fáa burtur.

Hvat kann eg gera?

  • Koyr eitt sindur av olju, t.d. babyolju ella vanliga matolju, í hárbotnin. Síðan skalt tú kemba við tættikambi. Tá oljan skal vaskast úr, skal sjampo fyrst í hárið, áðrenn vatn verður koyrt í.
  • Er talan um ringa skón, kann tað verða neyðugt at smyrja olju ella vaselin í hárbotnin og lata tað vera í alla náttina. Síðan skalt tú kemba væl við tættikambi. Vaselin og salva eru lættast at fáa úr hárinum við fyrst at gníggja við olju, og síðani vaska við sjampo.
  • Vaska hárið við Ducray Kelual emulsion, ið kann brúkast til pinkubørn, ella við salicylshampo (salicylshampo skal ikki brúkast til heilt smá børn, tí húðin er so tunn).  
Upplatingartíðir