Hjálp okkum at fáa meira at vita um hjáárin við at boða okkum frá. Vit lata síðani tølini til framleiðarar at viðgera, og á tann hátt betra vit um trygdina og góðskuna av heilivági og koppingarevni í Føroyum.
Boða okkum fráHóast tú bara tekur tilmæltu mongd av heilivági, so kanst tú fáa óynskt árin. Hesi kalla vit hjáárin. Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu heilivágur ávirkar: Tú kanst fáa hjáárin, sum eru mild (vaml ella nívan) og vara stutta tíð; og oftast steðga hesi av sær sjálvum, tá ið nýtslan av heilivági steðgar. Tú kanst eisini fáa hjáárin, ið ikki eru nevnd; og í summum førum kunnu hjáárin vera so mikið álvarsom, at tey geva varandi mein.
Tað eru heilsumyndugleikarnir, ið meta um hjáárinini – um tey eru rímilig, samanborið við gagnið, ið heilivágurin gevur.
Á min.medicin.dk finnur tú tín heilivág, og undir “Bivirkninger” sæst ofta ein listi við hjáárinum, sum eru býtt sundur eftir títtleika. Øll tey vanligastu hjáárinini eru við og eisini tey heilt álvarsomu. Fyri at tey vanligastu hjáárinini ikki detta burtur í mongdini av teimum sjáldsomu hjáárinunum, eru hjáárin við lágum títtleika bara tikin við, um tað verður hildið at vera álvarsamt.
Hjáárinini verða býtt upp í:
Fyri at síggja øll hjáárin kanst tú hyggja í kunningarlepan í pakkanum, sum eisini finst her: www.indlaegsseddel.dk. Apotekið kann eisini altíð veita tær kunning um hjáárin.
Tað er ymiskt frá heilivági til heilivág, hvussu ofta hjáárin síggjast, og hvussu álvarsom tey eru.
Hjáárin av heilivági fyri álvarsamar sjúkur, eitt nú krabbamein, verða lættari góðtikin enn hjáárin av heilivági fyri minni álvarsamar sjúkur. Onkuntíð verður ein annar heilivágur latin fyri at minka um hjáárinini.
Tey flestu hjáárini eru óskaðilig og forða ikki fyri, at tú kanst halda fram við heiliváginum, tó møguliga við niðursettari mongd. Ofta hvørva hjáárinini, eftir at heilivágurin hevur verið brúktur í eina tíð. Næstan øll hjáárin hvørva skjótt, um hildið verður uppat at taka heilivágin.
Týdningarmikið er at tosa við læknan, um ynskt verður at steðga við at taka heilivágin orsakað av hjáárinum. Tað kann vera vandamikið at halda uppat at taka heilivágin brádliga. Tí er umráðandi altíð at tosa við læknan ella apotekið, um ikki tað eru heilt serligar orsøkir til at steðga beinanvegin við viðgerðini.
Tó er eisini týdningarmikið at lurta eftir teimum boðunum, kroppurin sendir. Tað verður í hvørjum einstøkum føri mett um fyrimunir og vansar við at halda fram við viðgerðini. Neyðugt er at tosa við læknan, tá ið talan er um hjáárin.
Hjáárin kunnu eisini vísa seg brádliga við t.d. álvarsomum ovurviðkvæmi. Tá er neyðugt við læknahjálp beinanvegin.
Eru eitt ella fleiri hjáárin, sum gera teg ótrygga/n við nýtslu av heiliváginum, skalt tú seta teg í samband við læknan. Fært tú ikki fatur á læknanum, kanst tú spyrja á apotekinum. Ert tú ógvuliga ávirkað/ur av hjáárininum, er sjálvandi týdningarmikið rættstundis at fáa fatur á læknanum. Her er umráðandi at greiða læknanum frá, hvønn heilivág talan er um, og um tú tekur onnur sløg av heilivági, tí teir kunnu ávirka hvør annan.
Eru tey hjáárin, ið tú merkir, ikki nevnd á kunningarlepanum, er neyðugt at boða heilsumyndugleikunum frá. Tað kann læknin, apotekið ella ein sjálvur gera á hjaarin.apotek.fo. Heilsumyndugleikarnir nýta ta nýggju vitanina til at gera metingar, um nýggj kunning skal sendast út um hjáárin tengd at heiliváginum, og um heilivágurin enn er tryggur at nýta.
Tú mást altíð tryggja tær, at tú tekur heilivágin sum fyriskrivað. Í summum førum kanst tú sjálv/ur avmarka hjáárin ella sleppa undan hjáárinum við at tryggja tær:
Fyri at nevna nøkur dømi, so skal Alendronat (fyri beinbroyskni) takast standandi ella sitandi, og tablettin skal svølgjast heil og skolast niður við einum glasi av kranavatni (og ikki mineralvatni) vegna vanda fyri pínu í spísirørinum.
Eitt annað dømi er, um tú tekur fyribyrgjandi heilivág fyri astma, verður viðmælt at skola munnin aftaná, fyri at minka um vandan fyri at fáa sopp í munnin.
Tekur tú fleiri sløg av heilivági, kann vandin fyri hjáárini økjast, tí virknaðurin av heiliváginum kann økjast.
Áðrenn tú byrjar eina viðgerð, er týdningarmikið, at tú verður kunnað/ur um møgulig og álvarsom hjáárin, so tú sjálv/ur kanst meta um, hvørt viðgerðin er rímilig.
Kunningarlepin nevnir øll tey hjáárin, sum eru staðfest av heiliváginum - eisini tey, ið eru staðfest eina einstaka ferð. Neyðugt er tí at tosa við læknan, um okkurt er, ið gevur ampa, tí umráðandi er, at tú kennir teg tryggan við viðgerðina. Støða skal takast eftir, hvat tú tolir ella ikki tolir.