Vitaminir og mineral til barnakonur

Fyri at fyribyrgja m.a. fylgisjúkum hjá nýføddum og jarntroti hjá mammuni, so viðmælir Sundhedsstyrelsen, at allar barnakonur skulu taka ískoyti av folinsýru, jarni, D-vitaminum og evt. kálki. Les meira um tilmælið niðanfyri.

Folinsýra

Ætlar tú at gerast við barn, viðmæla heilsumyndugleikarnir eitt dagligt folinsýruískoyti á 400 µg. Hetta skal takast, frá tí tú roynir at gerast við barn, til og við 12. barnsburðarviku.


Folinsýra er ein vitamin, sum er í kostinum, men torført er at fáa nóg mikið úr kostinum í barnsburðartíðini. Tískil verður mælt til at taka eitt ískoyti í sambandi við barnsburðin fyri at fáa eina nøktandi mongd, so byrgjast kann fyri at fáa eitt barn við mønubrokki (neuralrørsbreki), tað merkir brek í heila og mønu. Er hetta hent áður í familjuni, útskrivar læknin eina størri mongd av folinsýru við forskrift.

Eru nakrar vikur gingnar, áðrenn tú ert varug við, at tú ert vorðin við barn, skal tað ikki ørkymla teg. Folinsýra minkar um vandan fyri, at barnið fær mønubrokk, men tað merkir ikki, at tú fært eitt barn við mønubrokki, um tú ikki hevur tikið folinsýru, tí tað er hóast alt sera sjáldsamt.

Jarn

Viðmælt verður at taka ískoyti av jarni, 40-50 mg dagliga. Hetta skal takast frá 10. barnsburðarviku og restina av barnsburðarskeiðinum. Hetta kemst av, at barnakonur hava øktan tørv á jarni, og tað hevur víst seg at vera torført hjá lutfalsliga mongum at fáa nøktandi mongdir úr kostinum. Vamlast tú illa, kann avtalast við lækna ella jarðarmóður at bíða við at taka jarnískoyti til í seinasta lagi 18. barnsburðarviku.

Týdningarmikið er at taka jarnískoyti ímillum máltíðirnar, tí tá er upptøkan best. Tak ikki jarn saman við mjólkaúrdrátti. Jarn í eini multi vitamin/mineral tablett verður ikki íroknað, tí jarnið kappast við hini evnini um at vera upptikið og verður tískil ikki upptikið nóg væl.

D-vitamin

Eisini vísir tað seg at vera torført hjá barnakonum at fáa nøktandi mongd av D-vitaminum gjøgnum kostin. D-vitamin er týdningarmikil fyri at kunna gagnnýta kálk, sum hevur týdning fyri beinagrindina.

Tískil verður mælt til at taka 10 µg av D-vitaminum dagliga sum ískoyti.

Kálk

Kálk hevur týdning fyri beinagrindina bæði hjá barnakonuni og barninum. Kálk fæst lættast úr mjólk og mjólkarvørum. Fær barnakonan ikki mjólkarúrdráttir, verður eitt ískoyti av kálki viðmælt. Mælt verður til, at barnakonur fáa ein ½ litur av mjólkarúrdráttum dagliga ella eitt dagligt ískoyti á 500 mg av kálki.

Tørvurin á øðrum vitaminum og mineralum er sjálvandi tengdur at, hvussu fjølbroyttan og góðan kost tú etur. 

Upplatingartíðir