Varðveitsla av heilivági

Heilivágur skal altíð goymast, so hann ikki missir virknaðin ella gerst skaðiligur.

Ein seðil er altíð saman við heiliváginum við upplýsingum, har tað m.a. stendur, hvussu heilivágurin skal goymast. Týdningarmikið er at goyma heilivágin, sum tað stendur á seðlinum. 

Nógvur heilivágur skal goymast myrkt og turt í stovuhita. T.d. tolir nógvur heilivágur ikki slavnu luftina inni á baðirúmum, og er hetta tískil ikki eitt gott stað at goyma heilivág.

Nógvur heilivágur missir virknaðin, um hann verður útsettur fyri hita. Hetta merkir tó ikki, at haldførið kann leingjast við at goyma heilivágin kalt, t.d. í køliskápi, tá ið tað stendur, at heilivágurin skal goymast í stovuhita.

Heilivágur, ið skal goymast í køliskápi, má ikki setast tætt við kølilikamið, tí her er hitin lægri, og tað kann oyðileggja virknaðin av heiliváginum.

  • Goymsla í stovuhita merkir 15-25 ºC. 
  • Goymsla svalt merkir 8-15 ºC 
  • Goymsla kalt merkir 2-8 ºC.

Lokið á heiliváginum skal altíð skrúvast fast á, so at heilivágurin heldur sær betur.

Vætuviðkvæmur heilivágur er vanliga í glasi við vætusúgvandi hylki, sum endiliga ikki má takast úr. Ljósviðkvæmur heilivágur er vanliga í ávikavist brúnum fløskum, eskjum ella plastikki, har ljós ikki sleppur ígjøgnum. Heilivágurin skal kortini ikki setast í beinleiðis sólarljós. 

Heilivágur í upprunapakningi hevur besta haldføri og virknað, og soleiðis verða mistøk viðv. inntøku av skeivum heilivági fyribyrgd.

Góð ráð

  • Lat ongantíð heilivág standa frammi, heldur ikki bara eina lítla løtu.
  • Lat ikki heilivág vera í handtasku, um smábørn eru í nánd.
  • Bið gestir, sum hava heilivág við sær, um at hava heilivágin undir umsjón.
  • Um heilivágur skal goymast í køliskápi, skal hann setast soleiðis, at børn ikki sleppa fram at honum.
  • Ansa eftir, tá børn eru á vitjan hjá t.d. eldri fólki, at heilivágur ikki stendur frammi.

Goymið fyri børnum!

Allur heilivágur, vitaminir og kostískoyti eiga at verða goymd á einum staði, har børn ikki fáa fatur á tí! 

Um eitt barn hevur tikið heilivág ella kostískoyti, ið ikki er ætlað tí, kann barnið verða eitrað. Umráðandi er tá at søkja læknahjalp sum skjótast. Tí er tað týdningarmikið at ansa eftir, at børn ikki fáa fatur á heilivági.

Upplatingartíðir